Danir keypa meira og meira á netinum, og nú eru tað ikki bert bøkur, klæði og ferðir uttanlands, sum teir eru til reiðar at koyra í talgildu innkeypskurvina. Túrurin er nú eisini komin til keyp av nýggjum bili, sum - eftir húsakeyp - er hin næst størsta keypsavgerðin í lívinum.
Í einari YouGov-kanning, sum AutoOffer í Danmark hevur biðið um, eru danir spurdir um teirra viðurskifti við bilakeypi. Her svarar fjórði hvør dani ”ja” ella ”kanska” til spurningin um, hvørt tey kundu funnið upp á at keypt sær nýggjan bil á netinum.
Kanningin vísir tó kortini stórt fyrivarni við at keypa bilar á netinum. 69 prosent av teimum spurdu siga nevniliga nei til at keypa ein nýggjan bil á netinum.
- Allar vinnur verða, sum árini ganga, talgildar, og nú er langt um leingi tíðin komin til bilamarknaðin. Hetta merkir, at brúkarar hava fingið eyguni upp fyri talgildu fyrimununum, sigur Søren Malmskov, sum eigur og rekur AutoOffer.
Við heimasíðuna www.motormagasinet.dk sigur Klaus Æ. Mogensen, sum er framtíðargranskari hjá Institut for Fremtidsforskning, at keyp av nýggjum bilum á netinum er eitt rák, sum bara fer at veksa í framtíðini. Orsøkin er, at bilar eru ein sonevnd standardvøra.
- Brúkarunum nýtist ikki at royna bilin á staðnum, har tey keypa hann. Hetta verður á sama hátt, sum at keypa einar nýggjar buksur á netinum. Tú kanst passa buksurnar í handlinum, og síðan kanst tú leita eftir besta prísinum fyri júst hesar buksur á netinum.
Hann vísir á, at sama verður í størri og størri mun við keypi av nýggjum bili.
Klaus Æ. Mogensen heldur, at søla/ keyp av bilum á netinum í framtíðini fer at gera, at fysisku bilasølurnar, sum tíðin gongur, verða umgjørdar til tað, hann rópar ”showrooms”.