Tað var ein errin landsstýrismaður, sum hósdagin alment boðaði frá, at alt fjarskifti nú er á føroyskum hondum. Tað seinasta økið innan fjarskifti, sum enn varð undir donskum myndugleika, var Thorshavn Radio, hvørs fremsta uppgáva er radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum.
Thorshavn Radio er frá 1. februar ábyrgdarøki hjá Vinnumálastýrinum. Bjarni Djurholm og danski ráðharrin Helge Sander skrivaðu 8. januar undir sáttmála um yvirtøkuna, sum fær gildi 1. februar.
Fremsta uppgávan hjá Thorshavn Radio er radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum. Tænastan verður framd soleiðis, at starvsfólk á Thorshavn Radio sita alt samdøgrið og lurta eftir ávísum frekvensum, um skip ella bátar senda neyðarkall.
Eftir at hava fingið neyðarkall verða boðini send víðari til MRCC støðina, sum síðani tekur støðu til, hvat skal gerast við neyðarkallið.
MRCC-støðin, sum er í løtuni undir Færøernes Kommando, verður væntandi yvirtikin tann 1. apríl, og ætlanin er, at hon skal húsast í sama bygningi á Tinghúsvegnum, har Thorshavn Radio heldur til.
Bjarni Djurholm boðaði á lítlari samkomu á Telegrafstøðini frá, at ein arbeiðsbólkur verður settur. Hann skal gera eitt tilmæli um, hvussu Thorshavn Radio og MRCC kunnu samskipast, so at sleppast kann undan dupultfunktiónum, sum landsstýrismaðurin tók til.
Yvirtøkurnar hava verið framdar miðvíst og stigvíst. Fyrst var telesamskiftið yvirtikið í 1997 og uttanlandssamskiftið nakað seinni. Síðani varð radiosamskiftið yvirtikið 1. januar í ár, og í dag er so radiogrundaða neyð- og trygdartænastan yvirtikin.
Aðrar tænastur
Thorshavn Radio hevur eisini aðrar uppgávur, og tær eru vinnuliga, t.v.s. at tænasturnar verða framdar fyri eitt ávíst gjald. Hetta kann vera at umstilla samrøður frá skipum og til telefonfelagar á landi, at senda telegramm og annað.
? Tann vinnuligi parturin av virkseminum á Thorshavn Radio er minkaður nógv seinastu árini, sigur Aksel Haraldsen, leiðari á Thorshavn Radio. Hann leggur afturat, at ongar broytingar verða framdar á Thorshavn Radio, nú tað er á føroyskum hondum.
Tað er Vinnumálastýrið, sum hevur ábyrgdina fyri Thorshavn Radio, men Føroya Tele røkir uppgávuna.