Heilsuhjálparafelag Føroya hevur fingið nýggjan tvey ára sáttmála, sum hevur gildi frá 1. januar í 2004 til 1. januar í 2006. Nýggi sáttmálin við Fíggjarmálaráðið varð fingið í lag mánadagin og varð undirskrivaður seinnapartin týsdagin.
- Vit eru rættiliga væl nøgd við nýggja sáttmálan. Vit eru bæði væl nøgd við lønarhækkingina og semjuna sum heild, tí vit hava fingið rættiliga stórar broytingar í sjálvum sáttmálanum, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagi Føroya.
Sáttmálin ber millum annað í sær, at lønin hækkar 6,43 %, og at eftirlønin skal verða 9 % frá 1. januar 2005. Frá 1. juni í ár hækka heilsuhjálparar eitt stig. Harumframt eru broytingar komnar í sjálvan sáttmálatekstin.
- Til dømis tá vit hava arbeitt 40 tímar í kvøld- ella náttarvakt, so fáa vit 3 tímar í avspáking, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Ása leggur afturat, at hon er ikki ónøgd við nakað í nýggja sáttmálanum, tí "alt er farið upp."










