Norska skaðanevndin hevur alt samskiftið ímillum flogskipararnar á vanlukkuflogfarinum hjá Atlantsflogi, og alt samsvarar við tað, sum teir hava sagt.
Ljóðgóðskan er ikki tann besta, men amerikanskir serfrøðingar hava nú fingið fatur á tí, sum flogskipararnir søgdu, tá flogfarið hjá Atlantsflogi fór av breytini á Stord fyri trimum vikum síðani.
-Tað, sum vit hoyra, samsvarar við tær upplýsingarnar, sum vit hava, sigur Birger Andreas Bull, kanningarleiðari, við blaðið VG í morgun.
Bretskir serfrøðingar hava kannað ferðskrivaran hjá flogfarinum, og úr honum hevur norska skaðanevndin fingið tekniskar upplýsingar um flogfarið tey seinastu 12 sekundini, áðrenn tað setti seg, og trý sekund eftir at tað hevði borið við lendingarbreytina.
Birger Andreas Bull sigur við VG, at bæði upptøkurnar av samskiftinum og tær teknisku upplýsingarnar samsvara við hinar úpplýsingarnar, sum skaðanevndin hevur.
Tær teknisku upplýsingarnar vísa, at spoilararnir á veingjunum á flogfarinum virkaðu ikki, og nú er eftir at kanna, hví teir ikki virkaðu, sigur kanningarleiðarin.