Blóðgáva
?Vit hava altíð brúk fyri fleiri blóðgevarum, so tey, sum hava hug, skulu ikki setast aftur.
Randi Strøm, laborantur á Suðuroyar Sjúkrahúsið roynir at sláa eitt slag fyri at fáa fleiri fólk at melda seg sum blóðgevarar.
Hon sigur, at tey hava 198 blóðgevarar í blóðbankanum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
?Vanligar tappa vit blóð einar 240-250 ferðir um árið. Men vit hava altíð brúk fyri fleiri blóðgevarum, ikki minst nú treytirnar fyri at kunna lata blóð, eru blivnar so strangar, sigur hon.
Tað kemur eisini fyri, at okkurt serligt stingur seg upp sum ger, at bráfeingistørvur er á blóði og tá er hent at hava nógvar gevarar tøkar.
Hvørja ferð, ein letur blóð, verða 450 millilitrar tappaðir av.
? Ein skal vera fyltur 18 ár fyri at kunna lata blóð. Somuleiðis skal ein verða frískur, tí ávísar sjúkur kunnu bera í sær, at ein verður fær blóðgávubann í eina tíð, ella at ikki kann lata blóð yvirhøvur.
? Tann, sum letur blóð, fær hvørja ferð eitt spurnarblað at fylla út úrslitið kann so vera avgerðandi fyri um ein kann lata blóð, ella ikki.
Randi Strøm sigur, at annars verður alt blóð kannað, áðrenn tað verður latið nøkrum.
? Í so máta kann tað eisini verða ein eyka trygd hjá blóðgevaranum, tí hon sigur, at tað er komið fyri, at hesar blóðkanningarnar hava avdúkað sjúkur, sum annars ikki høvdu verðið uppdagaðar og tískil høvdu fingið tíð at ment seg, men sum blóðgevarin síðani rættiliga tíðliga kundi fáa viðgerð fyri.
Hon sigur, at av tí, at blóðgevararnir eru nakað fáir, eru tað kanska nakrir, sum verða bidnir í ofta at lata blóð.
Ikki minst teir, sum arbeiða á sjálvum sjúkrahúsinum, eins og Bergur Stórhamar ger, tí teir eru altíð skjótir at fáa fatur á.
Randi Strøm heldur, at blóðgevarar eru eitt heilt serligt fólkaslag.
?Teir eru altíð í góðum lag og fittir at hava við at gera. Ongantíð ilskast teir inn á at vera boðsendir at lata blóð, hóast teir eru fáast við okkurt annað, men eru altíð fúsir at tveita tað frá sær, teir hava í hondini fyri at koma at lata blóð.
Tó harmast hon um, at tað eru summi arbeiðspláss sum dregur arbeiðsfólk í løn, tá ið tey fara at lata blóð. Sostatt er tað ein beinleiðis útreiðsla hjá teimum, sum lata blóð og tað var ikki ætlanin.
Blóðgevarafelag
Í næstum er ætlanin at blóðgevarar í Suðuroy skulu fáa betri umstøður.
Áður er blóðgevarafelag stovnað bæði í Havn og í Klaksvík og ætlanin er eisini at stovna eitt slíkt felag í Suðuroy í næstum.
Hetta eru feløg, sum royna at útvega fleiri blóðgevarar og sum annars roynir at røkja áhugamálini hjá blóðgevarunum og sum skipar fyri ymsum tiltøkum, hugnaløtum og slíkum fyri blóðgevarar.