í Seinastu viku vóru sprongdir 32 metrar á Hvítanesi og 57 metrar á Strondum, og hetta er í alt 89 metrar av teimum í alt 11.250 metrunum, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar.
Á Hvítanesi eru nú boraðir 627 metrar og á Strondum 883 metrar. Samanlagt gevur tað 1.510 metrar.
Boringin á Strondum byrjaði 21. februar 2017 og á Hvítanesi 27. apríl 2017.
Til ber at síggja kort, sum vísur tunnilslinjuna og hvussu langt arbeiði er á hesi leinkjuni: http://www.estunlar.fo/…/eysturoyartu…/framgongd-vid-boring/