ALS skipanin er bíbilsk

?ALS skipanin er ikki nóg góð fyri tey 800 fólkini, sum hava mist arbeiðið hjá Faroe Seafood.

Skipanin er bíbilsk – Tey ið forvunnu mest fáa mest og tey sum hava forvunnið lítið fáa enn og minni. Eftirsum at lítið arbeiði hevur verið seinastu tíðina á Faroe Seafood mugu fleiri av hesum fólkum liva á fátakramarkinum – eisini á jólum. ??Fyrr í vikuni hoyrdu vit høgtstandandi politikkarar siga, at teir ikki blandaðu seg í trupulleikarnar hjá Faroe Seafood. Um virkið fer á heysin so var tað eingin stórvegis trupulleiki tí fólkini vórðu øll loftað av ALS skipanini. ??Svár neyð undir ALS?Hjá alment og fast løntum fólkum er ALS skipanin óivað góð. Men hjá teimum 800 fólkunum, sum vórðu uppsøgd á Faroe Seafood fríggjadagin er hon alt annað enn nøktandi. ?Trupulleikin hjá hesum fólkum er útrokningargrundarlagið, sum er staðfest í § 15 í lógini. Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi er staðfest. ?Seinasta árið hjá Faroe Seafood hevur verið vánaligt og á fleiri virkjum hevur einast verið arbeitt eini tveir dagar um vikuna. Hetta ger at arbeiðsfólki longu er hart kroyst økonomiskt og ALS-skipanin ger teirra støðu enn og verri nú tey skulu liva fyri væl minni. ??Vinnumálaráðið má saman við stýrinum fyri ALS broyta útrokningargrundarlagið fyri hesi fólk í eitt tíðarskeið.?Vit kunnu ikki liva við, at ein so stórur partur av føroya fólki livur á hungursmarkinum. Tí eigur ALS stýrið, at heita á Vinnumálaráðið, at virka fyri at lógin verður broytt soleiðis, at útrokningargrundarlagið í § 15 verður broytt soleiðis at hesi fólkini fáa eitt virðiligt útgjald, sum sømur seg fyri eitt framkomi samfelag.?Minnist til! Hetta eru fólkini ið arbeiða í útflutningsvinnuni. Vinnuni ið er grundarsteinurin undir vælferðarsamfelagnum. Vit hava skildu at løna teimum betur.?