Í bløðunum hevur nógv verið gjørt burturúr at limir í Starvsmannafelagnum nú skulu hava fingið styttri arbeiðstíð.
Í Sosialinum verður til dømis sagt soleiðis:
"Ein av stóru broytingunum í sáttmálanum er, at arbeiðstíðin minkar við trimum tímum um vikuna. Arbeiðsvikan verður ikki longur 42 tímar, men 39 tímar, og matarsteðgurin verður hálvan tíma um dagin."
Her tekur blaðmaðurin tíverri ov rívan til, tí talan er als ikki um nakra stóra broyting.
Rætt skal vera rætt: arbeiðstíðin er stytt. Ikki við 3 tímum, men við hálvum tíma um vikuna. Men afturfyri hava starvsfólk latið hálvantriðja tíma um vikuna fyri púrt onki, tí tey allarflestu starvsfólkini hava longu frammanundan havt hálvan tíma um dagin til matarsteðg á arbeiðsplássinum. Tað vil siga at frítíð er býtt um við frítíð, soleiðis at tað nú skal eita seg, at limir í Starvs-mannafelagnum arbeiða einar hálvtannaðhundrað tímar færri um árið enn frammanundan.
Í veruleikanum er talan bara um einar 20 tímar færri um árið, ella ein 1% lækking í arbeiðsbyrðuni, ein lækking, sum helst verður flutt yvir í vanligu arbeiðstíðina.
Átti í hesum sambandi kanska at nevnt, at í okkara grannalondum er vanliga arbeiðsvikan 37 tímar, íroknað matarsteðg.