Nú fríggjadagin hátíðarheldur ALS skipanin, at hon hevur virkað í 20 ár.
Norðurlandahúsið er leigað til dagin, og hópin av ymiskum fyrilestrum og øðrum eru á skránni.
Hetta er eitt tiltak, sum kostar væl omanfyri 400.000 krónur og tað er Eyðstein Djurhuus varalimur í ALS- stýrinum, so ónøgdur við, at hann hevur gjørt av, at hann tekur ikki av innbjóðingini.
Eyðstein Djurhuus vísur á, at fyri fáum mánaðum síðan mátti ALS stuðulin lækkast munandi og samstundis vóru inngjøldini hækkað.
- Orsøkin var, at ALS fór á húsagang um hetta krepputiltak ikki var framt í stundini. Tað eru mangar familjur, sum eru hart raktar av broytingunum.
Hann sigur, at ALS hevur bara tríggjar uppgávur at røkja, tær eru;
- at veita arbeiðsleysum stuðul
- at bøta um arbeiðsmøguleikar hjá arbeiðsleysum
- at skipa fyri arbeiðsávísing.
- ALS hevur ongar aðrar uppgávur, enn hesar, heldur ikki at skipa fyri tiltøkum, hvørki innbodnum ella almennum.
- Tí kann stórur spurningur setast við, um leiðsla og stýri hava handlað innanfyri sínar heimildir, heldur varalimurin í ALS stýrinumm heldur Eyðstein Jacobsen.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at talan er líka nógv um eina ráðstevnu, sum verður hildin í sambandi við 20 ára føðingardagin.
Mest kostnaðarmikla tiltakið í sambandi við dagin, er eitt rit, sum lýsir ALS og sum hevur til endamáls at økja um tilvitanina og kjakið um skipanina.
Ritið kostar tveir triðingar av upphæddini, sum alt tiltakið kostar tilsamans, men framløgur eru eisini um ALS, hvat skipanin er og høvrjar møguleikar, hon hevur.
Ernst Jacobsen vísir á, at ALS hevur ikki hildið nakað kunnandi átak av hesum slag síðani 10-ára dagin í 2002, og meta vit, at tað er alt ov long tíð síðani.
Hann staðfestir, at hann hevur góða samvitsku av at brúka góðar 400.000 krónur til hetta tiltakið.
- ALS átti at verið nógv meira virkin í samfelagskjakinum og átti tí at gjørt slík upplýsandi tiltøk javnan. Tað er av stórum týdningi, at politikarar, umsiting, fakfeløg og onnur hava holla vitan um ALS og tær treytir fólk eru arbeiðsleys undir.
- Somuleiðis eiga hesi viðurskifti verða tikin upp til kjak ímillum tey, sum varða av og ávirkast av skipanini.
- Í sambandi við 20 ára dagin er eitt gott høvi at gera hetta og óivað skuldi ALS tikið stig til slík tiltøk meiri javnan, tó helst minni í vavi enn hetta, har mál verða tikin upp av áhuga fyri arbeiðsmarknaðin, soleiðis at øll sum varða av, koma til orðanna.
Ernst Jacobsen vísir á, at ALS hevur týðandi samfelagsligan leiklut og er við at tillaga føroyska búskapin, so sveiggini ikki verða óneyðuga ógvuslig, og vit halda, at skipanin hjálpir nógvum fólki, sum eru komin í eina harmiliga støðu.
Eitt nú ivast hann ikki í, at ALS eigur sín týðandi leiklut í, at ikki fleiri fólk eru flutt av landinum undan arbeiðsloysi og tað heldur hann er ómetaliga týdningarmikið.
- Vit eru av teirri sannføring, at ALS sum stovnur kemur nógvum fólki við, og vit halda tað tí vera rætt at gera vart við dagin nú, ALS fyllir runt.
Hann er eisini sannførdur um, at kostnaðurin væl og virðiliga fer at standa mát við úrtøkuna av degnum, tí hetta er ein íløga fyri fleiri ár fram í tíðina, sum hann tekur til.