Tað er ikki hissini orð, sum Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, hevur at siga um ALS.
Skipanin, sum hevur 16 ár á baki, hevur virkað væl og hevur seinastu árini tryggjað sína fíggjarstøðu somikið væl, at Føroyar tola at bera eitt stórt arbeiðsloysi. Hetta er ein grundleggjandi øðrvísi støða enn tann fyrst í 1990’unum, tá ið ongin trygging var fyri arbeiðsleys.
Í dag er ognin hjá ALS góðar 650 mió kr, sum má sigast verða sera væl klárað. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava umsitið skipanina øll árini, og hava handlað sera ábyrgdarfult. Síðani kreppuna hevur eydnast at lækka inngjaldið stigvíst, so tað í dag er 1% fyri hvønn partin á arbeiðsmarknaðinum.
Lógin varð broytt í 1997, og tá fekk stýrið heimild at áseta inngjaldið, tó ímesta lagi 2,25%. Síðan tá hevur stýrið í fleiri umførum lækkað inngjaldið frá 2,25% til 1% frá hvørjum parti.
Orsøkin, til at stýrið hevur valt at varðveita inngjald á 1%, er, at búskaparligar metingar úr Landsbankanum leggja dent á, at fæið í ALS skal vera 850 mió kr fyri at kunna bera eitt stórt arbeiðsloysi.
Væntast kann tí, at inngjaldið kann lækka enn meir, tá ið fæið er vaksið við 200 mió kr, um ikki onnur óvæntaði viðurskifti henda á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvsagt kunnu hesi tøl endurskoðast, alt eftir, hvussu búskaparliga gongdin og arbeiðsmarknaðarstøðan í landinum broytist.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru avgjørt ikki áhugaðir í at leggja meiri arbeiðsmarknaðargjøld á sínar limir enn neyðugt er – tvørturímóti, men løntakarar í Føroyum skulu tryggjast.
Arbeiðsmarknaðargjald
Als er ikki ein serskattur, men eitt arbeiðsmarknaðargjald, eins og barsilsskipanin og Samhaldsfasti. Hetta er eisini tað, sum ein meiriluti í løgfrøðingabólkinum kom fram til, tá ið landsstýrismaðurin í Vinnumálum setti eina nevnd at meta um, hvørt ALS er ein skattur ella eitt arbeiðsmarknaðargjald.
At Jørn Astrup Hansen fleiri ferðir í síni grein tekur feil av ymiskum viðurskiftum er harmiligt. Eitt nú er tað beinleiðis ósatt, at tað einans er landið, sum hevur heimild at útskriva skattir. Til dømis útskriva kommunurnar eisini skattir.
Men sum nevnt, so fastheldur arbeiðsmarknaðurin ta sannroynd, at ALS-gjaldið er ikki ein skattur, men eitt arbeiðsmarknaðargjald. ALS hevur virkað undir hesi sannroynd øll 16 árini, hóast tað stundum hevur verið stórur ágangur á at fáa skipanina á fíggjarlógina.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum meta tað vera rætt og rímuligt, at teir umsita ALS soleiðis, at gjald og vald fylgist.
Søgan handan ALS
ALS er ein slóðbrótandi skipan, sum varð til undir ringast hugsandi umstøðum, kortini er skeivt at siga, at ALS varð skundað ígjøgnum. Ein arbeiðsbólkur mannaður av embætisfólki, og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum arbeiddu í meir enn 1 ár, áðrenn komið varð til verandi loysn. Arbeiðsbólkurin gjørdi eisini nógv burtur úr at kanna skipanirnar í grannalondunum, men gjørdist samdur um, at finnast mátti ein loysn, sum hóskaði seg væl til føroyska samfelagið – tí var eitt nú danska skipanin ikki kopiera og sett í verk her.
Við ALS fingu Føroyar eina smidliga skipan, sum er løtt at fyrisita, har gjøgnumskygni er í hásæti, og sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum umsita. Í nakrar mánaðir spardi ALS pening saman at standa ímóti við, men orsaka av stóra arbeiðsloysinum samtykti løgtingið at framskunda útgjald úr skipanini í mun til upprunaligu ætlanina, áðrenn nóg mikið av peningi var komin í kassan. Landið noyddist tí at spjaða til skipanina. Hetta var tí, at ringast hugsandi kreppa leikaði, har fjórði hvør arbeiðstakari onki arbeiðið hevði.
Fyrsta tíðin var baldrut, men skipanin hóraði undan, og í dag seta partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki spurnartekin við meginreglurnar í skipanini.
Umsitingin av skipanini
Partarnar á arbeiðsmarknaðinum eru av tí sannføring, at ALS skipanin ikki hevði verið betri umsitin av tí almenna. Um skipanin hevði ligið hjá tí almenna er eingin ivi um, at skipani hevði verið:
Munandi dýrari at umsiti
At inngjøldini vóru munandi hægri enn tey eru í dag
At útgjaldi hevði verið hægri
Hetta grunda vit á, at ALS hevur megnað at tillaga umsitingina av ALS til støðuna á arbeiðsmarknaðinum, og at politiska skipanin er munandi meira móttakilig fyri trýsti enn stýrið í ALS er.
Tey, sum sita í stýrinum fyri ALS, hava eitt felags áhugamál: tað er, at skipanin ikki skal gerast ein ov stór byrða, hvørki hjá arbeiðsgevara ella arbeiðstakara. Hetta er besta trygdin fyri, at gjaldið inn til skipanina verður so lágt sum gjørligt.
Broytingar neyðugar
Broytingar skulu gerast í arbeiðsloysisskipanini, tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum á einum máli um. Í undanfarnum tingsetum eru lógaruppskot, sum hava lagt upp til broytingar við ALS skipanini, burturvíst úr løgtinginum vegna ósemju um, hvørt gjaldið er ein skattur ella ei, og hvørt stýrið hevði rætt at áseta gjaldið.
Hetta tyktist loysn verða funnin á, í øllum førum vísti løgtingið ikki einum lógaruppskoti um ALS frá sær í fjør heyst.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava víst, at tey misnýta ikki sítt vald við at hækka inngjøldini til ALS óneyðugt, tvørturímóti er gjaldið lækkað nógv seinastu árini.
At samanbera ALS við ætlanarbúskap ella við táverandi Ráfiskagrunnin heldur ikki, og tað veit formaðurin í Búskaparráðnum fullvæl. ALS er ein trygging fyri føroyska løntakaran, og hon er neyðug.
Stýrið fyri ALS, fakfeløg og arbeiðsgevarar ynskja ymiskar broytingar, men broytingarnar skulu ikki vera somikið kollveltandi, at grundarlagið undir skipanini verður tikið burtur.










