Alphabeat fær gullplátu

Danski bólkurin, ið byrjaði sum ein studentabólkur í jyska býnum Silkeborg, hevur nú megnað at fáa eina gullplátu fyri at hava selt yvir 100.000 fløgur í Onglandi.

Har umframt hittar bólkurin við trimum ymiskum løgum á bretsku UK Top 40-listanum ? bæði ?10.000 Nights?, ?Boyfriend? og ?Fascination?.

 

Bólkurin fer í næstum at geva eina nýggja stakfløgu út, sum fær navnið ?What Is Happening?.