Soleiðis sá út í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun, tá russisku bumburnar brustu.

Álopini vísa at russar eru desperatir

Reuters veit í morgun at siga, at elektrisitetið á nógv umrødda kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, er sligið frá eftir russisk álop.

 

 

Soleiðis sá út í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun, tá russisku bumburnar brustu.

- Higartil hava vit staðfest fýra álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í morgun. Eitt íbúðarhús í Sjevtsjenko-økinum er rakt, sigur hernaðarleiðslan í landinum. 

 

Á borgarstjóraskrivstovuni í Kyiv verður sagt, at eitt fólk hevur latið lív, og trý hava fingið løstir í tí eina álopinum, og her vísa myndir ein smildraðan bygning. 

 

Tíðindafólk hjá AFP siga, at tvær tær fyrstu spreingingarnar hoyrdust stutt eftir, at ávaringarlúðrarnir ljóðaðu í Kyiv tíðliga í morgun, men stutt eftir ljóðaðu lúðrarnir í víða um í Ukraina.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, hevur í morgun sagt, at eldur kom í eftir álopini, og fleiri bygningar í Sjevtsjenkivsky-økinum eru oyðilagdir. Jarnbreytarfelagið í Ukraina hevur eisini sagt frá álopi nærindis høvuðsstøðini í Kyiv. 

 

Leiðarin fyri forsetaskrivstovuna í Kyiv, Andrij Yermak, sigur, at tað vóru iranskar kamikaze-dronur, sum vórðu brúktar í álopinum á høvuðsstaðin í morgun.

 

- Álopini vísa, at russar eru desperatir, leggur hann aftrat í sosialum miðlum.

 

Reuters visti eisini í morgun at siga, at elektrisitetið á nógv umrødda kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, er sligið frá eftir russisk álop.

 

- Russland hevur enn einaferð lopið á kritiska undirstøðukervið, sum er undir ukrainskum ræði, og avleiðingin er, at kjarnorkuverkið nú er loyst úr streymnetinum, sigur ukrainski tjóðarveitarin, Energoatom, á Telegram sambært The Guardian.

 

Sum skilst, eru hesi tíðindi ikki váttað av óheftum keldum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Soleiðis sá út í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun, tá russisku bumburnar brustu.