USA og Stórabretland siga, at londini fara at halda fram við sínum álopum á støðir hjá Houthi-uppreistrarbólkinum í Jemen, so leingi sum hernaðarligi bólkurin heldur fram við sínum álopum á skipaferðsluna í Reyða Havinum.
- Vit fara at hevna hesi álop, skrivar eitt talsfólk fyri Houthi-uppreistrarbólkin., Yahya Saree, á X, fyrrverandi Twitter, í dag.
Sambært talsfólkinum vóru 18 álop í nátt vend móti økjum hjá Houthi'arum í ávikavist Sana, Hodeida, Taez og al-Bayda-landslutunum.
Bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron, sigur, at Bretland fer at halda fram við álopunum á Houthi-uppreistrarbólkin, soleiðis at bólkurin stendur veikari í sínum atgerðum móti skipaferðsluni í Reyða Havinum.
- At vit standa við tað, vit siga, vilja vit vísa við okkara atgerðum móti støðum hjá uppreistrarbólkinum, sigur bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron.