Nú skal nýggj brúgv gerast um Stórá

- Freistin at lata inn tilboð uppá arbeiðið er hin 27. juni klokkan 14, siga tey í Sunda kommunu.

Á býráðsfundi hin 27. mars í ár samtykti býráðið í Sunda kommunu at gera nýggja brúgv um Stórá, sum er farleiðin millum Hvalvík og Streymnes.

 

Í dag sigur býráðið, at áhugaðir arbeiðstakarar eru vælkomnir at lata inn tilboð til gerð av brúnni, og arbeiðið verður boðið út í heildararbeiðstøku.

 

- Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til Árant Jacobsen á aja@spenn.fo fyri nærri kunning og fáa útbjóðingartilfarið sendandi.

 

Lagt verður aftrat, at tilboðini skulu sendast Sunda kommunu, og freistin at lata inn tilboð uppá arbeiðið er hin 27. juni klokkan 14.