Alment tónleikatiltak í Hansens Pakkhúsi í annaðkvøld

Fyrsta almenna tiltakið í Hansens Pakkhúsi í Tórsgøtu í Havn, sum nú skal vera spælistað, verður í annaðkvøld klokkan 20, tá vísukvøld verður við Hanusi G. Johansen

 

Havnin fær nú tað spælistaðið, tónleikarar og tónleikaáhugað hava longst eftir í mong ár. Í øllum førum hevur Tórshavnar kommuna tikið avgerð um, at Hansens Pakkhús í Tórsgøtu næstu tveir mánaðirnar, til og við ólavsøku, skal roynast sum spælistað í orðsins breiðastu merking.

 

Herfyri var eitt tónleikatiltak fyri innbodnum í Hansens Pakkhúsi, og tað eydnaðist so mikið væl, at avgerð er tikin um at royna henda leistin í eina tíð.

 

Fyrsta almenna tiltakið verður í annaðkvøld klokkan 20, og tað verður Hanus G. Johansen, sum leggur fyri við einum vísukvøldi í Hansens Pakkhúsi. Atgongumerkini, sum kosta 100 krónur, kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn.

 

? Til og við ólavsøku fara vit at lata einstaklingum og bólkum húsi til tónleikaframførslur. Vit seta sum so eingi krøv til slag av tónleiki ella líknandi, men vilja geva øllum møguleika at royna seg, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Margarinfabrikkini, sum fyribils tekur sær av at samskipa tiltøkini í Hansens Pakkhúsi.

 

Tað verður stórt sæð ókeypis at leiga húsið til tónleikatiltøk, og tey, sum spæla, fáa inntøkurnar av atgongumerkjunum.