Alment stórkeyp um nýggjan portal

Í morgin verður nýggi keypsportalurin, sum Gjaldsstovan hevur ment, tikin í nýtslu

 

Keypsportal.fo hevur til endamáls at skilbøta alt alment innkeyp, skapa størri gjøgnumskygni, tá almennir stovnar keypa inn og eggja til størri kapping millum veitararnar. Sambært rundskrivi um alment keyp av vørum og tænastum, sum kemur í gildi í morgin, skulu landsstovnar, sum keypa vørur og tænastur fyri meira enn 800.000 kr., skipa hetta sum alment útboð, ið skal kunngerast á einum keypsportali á alnetinum.

 

Gjaldsstovan hevur í hesum sambandi boðið føroysku fjølmiðlunum til tíðindafund í morgin, har kunnað verður nærri um ætlaðu nýtsluna av portalinum.