Alment fráferðartiltak á torginum í SMS

- Vit vóna at nógv koma at ynskja teimum góða eydnu og góða ferð.

Leygarmorgunin 1. juli, sum er í morgin, verður alment fráferðartiltak í SMS í samband við at Oyggjaleikirnar, sum verða á Guernsey í døgunum, 8. – 14. juli.

 

- Bíðitíðin hevur verið long, síðan oyggjaleikirnir vórðu avlýstir vegna covid-19 í 2021, men nú verða teir so aftur.

 

Tað verður fríggjadagin hin 6. juli, at oyggjaleikaferðaliðið setir kósina ímóti Guernsey.

 

Føroyska ferðaliðið telur 113 íðkarar, 30 liðleiðarar, tveir dómarar og sjey umboð fyri ÍSF.

 

Íðkarirnir skulu kappast í tilsamans 11 ítróttagreinum, sum eru golf, kurvabóltur, frælsur ítróttur, súkkling, triathlon, borðtennis, bogaskjóting, tennis, badminton, skjóting og svimjing.

 

- Vit vóna at nógv koma at ynskja teimum góða eydnu og góða ferð. SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum klokkan 9-11, og sjálv skráin byrjar klokkan 10, verður lagt aftrat.

 

Millum tey, sum fara at siga nøkur orð, eru Aksel V. Johannesen, løgmaður og ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen. Jens Marni Hansen fer eisini at spæla og syngja nøkur løg.