fyrilestur
Tað er Paul Fischer, lektari á Danmarks Tekniske Universiteti, sum fer at greiða frá hvussu dátugrevstur kann brúkast til at kanna munir og skyldskap millum ymisk sløg av soppum. Viðgerðin byggir á serligar spektrumsmátingar.
Í fyrilestrinum verður víst á ein hóskandi dátubygnað og algoritmur til at gera slíkar kanningar. Eisini verður víst á, at tílíkar metodur kunnu brúkast til onnur sløg av dátum.
Dátugrevstur, ið er ein vísindagrein í støðugari menning, fevnir um ástøði, háttaløg og amboð við tí í hyggju at lýsa møgulig mynstur, broytingar, sambond og frávik í stórum dátumongdum.