- Leingi hevur verið arbeitt við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum báðum, uttan at nakað ítøkiligt úrslit er rokkið.
- Nú er ein semja funnin millum allar flokkar á tingi, so nú skal ferð av álvara setast á arbeiðið at gera tunlarnar.
- Hetta er eitt søguligt bragd, sigur Huxa og Havnar Framburðsfelag.
Tey bæði feløgini skipa fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í kvøld, mikukvøldið, klokkan 19, har kunnað verður um tunlasemjuna.
Á fundinum fer Jørgen Niclasen, Landsstýrismaður í Fíggjarmálum, at greiða frá tunlasemjuni og arbeiðinum frameftir.
Alfred Olsen, Høgni Hoydal, Hendrik Old, Jenis av Rana, Poul Michelsen og Kári P. Højgaard fara at siga sína hugsan um tunnilssemjuna og harafturat fer Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki, at greiða frá linjuføringum, prísum og ferðslukanningum.
Tað verður eisini høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar.
- Hendan tunlasemjan fer at skunda undir menningina av føroyska búskapinum og samfelagnum sum heild, siga tey bæði fólkafloksfeløgini.
- Okkara oyggjaland verður enn meiri samansjóðað og alfevnt enn higartil til eina fólksliga og búskaparliga eind.
- Nú verða yvir 90% av Føroyum bundnar saman, staðfesta tey bæði feløgini. |