Almennur fundur um pensiónir og verjumál

Hóskvøldið 26. januar, klokkan 19, skipar Javni fyri almennum fundi um pensjónir og verjumál.

Fundurin verður í kantinuni í Løkshøll í Runavík.

Áðrenn verjumálslógin varð sett í gildi á vári 2010, skipaði Javni saman við øðrum fyri fundum kring landið fyri at kunna um tær broytingarnar, sum nýggja lógin førdi við sær.

Ætlanin var alla tíðina at endurtaka fundarrøðina, men tað varð ongantíð til nakað.

Síðani lógin varð sett í gildi, hevur Javni fingið fleiri fyrispurningar um verjumál og kanska serliga um reglurnar í sambandi við umsiting av pensiónunum.

- Fyrispurningarnir øktust í tali, tá ið bústovnar nú bústovnar órðu gjørdir til sambýli nú á nýggjárinum, tí tað førir eisini við sær, at húsfólk, sum áður fingu lummapening blivu fyritíðarpensionistar.

Tí verður upplýsandi fundur um viðurskiftini í næstu viku, har fólk frá Almannastovuni og Ríkisumboðnum fara at greiða frá og kanska verða onnur serkøn eisini við.

Serfrøðingarnir fara at greiða frá um um lógina og mannagongdum og tað fer eisini at bera til at seta teimum spurningar.

Fundurin er ætlaður øllum áhugaðum, bæði fyritíðarpensionistum, avvarðandi, starvsfólkum og øðrum.