Fyri sløkum 20 árum síðani var ein plakat gjørd, ið lýsir arbeiðsstøðu kvinnurnar sum mamma, húsmóðir og arbeiðskvinna á flakavirki. Peningurin av hesi sølu, ið einamest fór fram í 80-árunum, fór í grunn.
Fáa plakatir eru eftir nú, og lítið og einki verður selt. Samstundis er rentan fyri innistandandi farin burtur í einki. Tá ið byrjað varð, var væntað, at árliga rentan kundi geva eitt sømiligt legat um árið.
Til tess at taka støðu til, hvussu víðari skal farast fram, verður boðað til almennan fund, har m.a. niðanfyri nevndu spurningar verða tiknir til umrøðu:
Nær skulu vit fara at gjalda úr grunninum?
Hvør kann søkja?
Skulu vit útvega størri stovnsfæ?
Allar kvinnur eru vælkomnar á fundin í Mettustovu mánakvøldið tann 17. januar. Karin Kjølbro, ið hevur havt ábyrgd av grunninum, leggur fyri.