Almennur fundur um fríøki við Nónvarða

Mikudagin hin 5. mars verður almennur fundur í bygdahúsinum á Strondum

Fundurin er serliga ætlaður íbúgvum á Traðarvegnum, Lágargerði, Eyrgøtu, Hálsagøtu, Við Nónvarða og Við Hálsatjørn, men øll eru vælkomin til fundin.

 

Tað sigur Ólavur í Geil vegna fyrireikararnar.

 

- Fundurin fer at umrøða fríøkini, sum Sjóvar kommuna hevur sett av við rundkoyringina við Nónvarða. 

 

Ólavur í Geil sigur, at endamálið er at fáa gongd á arbeiðið við fríøkinum, og at ein arbeiðsbólkur kann setast á stovn til tess at skipa hetta arbeiðið.

 

- Ætlanin er, sigur stigtakarin, at Sjóvar kommunan letur nakað av fígging til fríøkini, og at íbúgvarnir gera sjálvt arbeiiðið.

 

Hann vísir á, at á fundinum í bygdahúsinum hin 5. mars, sum byrjar klokkan 18.30, verða uppskot um fríøkini løgd fram.

 

- Umboð fyri kommununa verða eisini til steðar og fara at svara spurningum. Øll eru hjartaliga vælkomin til fundin, sigur Ólavur í Geil.

 

##med2##

 

Fundurin fer at umrøða fríøkini, sum eru sett av við rundkoyringina við Nónvarða, sí reyðu økini