Almennur føroyskur dansur í Keypmannahavn

Leygardagin 29 september verður almennur føroyskur dansur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað er Dansifelagið Fótatraðk, ið skipar fyri.

 

Seinastu árini hevur føroyska dansifelagið í Keypmannahavn skipað fyri árligum føstudansi, sum er hvørja føstulávint, og nú undirtøkan fyri almennum føroyskum dansi er vaksandi í Keypmannahavn, hevur dansifelagið avgjørt at seta enn eitt tílíkt tiltak á skránna. Hetta tiltakið verður ein lættari útgáva av árliga føstudansinum.

 

Vanliga koma um 100 – 120 fólk á gátt, til at dansa føroyskan dans, og serliga eru tað tey yngru ættarliðini, ið koma. Dansifelagið hevur biðið tveir kendar kvæðaskiparar koma niður at hjálpa til við at skipa dansin, og eru teir Janus Kamban og Heini Mortensen úr Dansifelagnum í Havn. Teir fara saman við skiparunum hjá Dansifelagnum Fótatraðk at skipa kend kvæðir og kendar vísir, men sum altíð verður rúm fyri, at tey vitjandi, sum koma til dansin eisini sleppa framat at skipa. Skráin til hetta leygarkvøldið verður opin; tað merkir, at eingin ætlan framanundan er løgd fyri, hvør skal skipa hvat og nær.

 

Dyrnar lata upp hetta leygarkvøldið kl. 20.00. Peningurin, sum kemur inn hetta kvøldið fer til Landsdansistevnutúr felagsins, sum verður 11. Mai 2013 heima í Føroyum.

 

Føroyahúsið hevur stovnað eitt facebook-event, har ein kann lesa og síggja meira um almenna føroyska dansin. Tað sæst her: www.facebook.com/events/424373600959814/

 

Nevndin, fyrireikarnir og stuðlar felagsins vóna, at almenni dansurin verður við til at eggja nýggjum eins og royndum dansifólki til at tegna seg sum lim, og til at luttaka til vanligu dansikvøldini. Dansikvøldini og tiltøkini – sum Fótatraðk luttekur til – eru lýst á heimasíðu felagsins www.fotatradk.com.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.