Almennu útreiðslurnar vaksa mest

Almennar tænastur og fyrisiting eiga størsta partin av vøkstrinum í lønargjaldingunum fyrsta mánaðin í ár

HAGTØL

Lønargjaldingar til almenna fyrisiting í januar vóru hægri enn tær til í sambandi við fiskispap. 208 milliónir vórðu goldnar til vinnugreinina fiskiskap í januar 2003, og hetta eru fimmogtjúgu ella 12% minni enn fyri januar mánað í 2002. Størsta talið býtt í vinnugreinir fellir í almenna fyrisiting v.m., har vórðu goldnar 214 milliónir í januar ? móti 202 milliónum í januar 2002.
Stovnar sum Fróðskaparsetur Føroya, ymsu miðnámsskúlarnir og aðrir koma eisini undir almenna fyrisiting.
Hetta vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya um lønargjaldingar millum annað.
Tilsamans eru 24 milliónir fleiri goldnar í løn fyrsta mánað í 2003 í mun til tann fyrsta mánaðin í 2002.
Býtt verður upp í høvuðsbólkum, og har sæst, at størsti parturin av lønargjaldingunum eru í tænastuni vinnum sum byggivinnan, handil, fluttningur o.a. Hesar lønarútgjaldingarnar vóru í januar 2003 485 milliónir og vuksu við seks prosentum.
Næsti høvuðsbólkurin er almennar tænastur o.t. lønarútgjaldingarnar vuksu við sjey prosentum til 480 í januar í ár.
Framleiðsluvinnurnar áttu 438 í lønargjaldinum fyrsta mánaðin í árinum. Hetta er einminking áljóðandi átta prosent.
Vinnugreinin við størsta vøkstrinum er vinnuligar tænastur við sekstan prosentum.

Mynd ?Tinganes?: Almenna fyrisiting kostaði seks prosent meira fyrsta mánaðin í ár í mun