Almennir stovnar skulu ikki stongja um summarið ímeðan starvsfólkið er í summarfrí.
Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður.
Í hesum sambandi fýlist umboðsmaðurin á, at Búnaðargrunnin hevði stongt skrivstovuna í fýra vikur í summar.
- Eg haldi tað vera alt annað enn nøktandi, at ein borgari ikki kann koma í samband við Búnaðargrunnin í fýra vikur vegna summarfrí, singur Løgtingsins Umboðsmaður.
Umboðsmaðurin staðfestir, at borgarar hava eisini rætt til at fáa alment innlit í ymisk mál um summarið.
Eftir lógini skal ein almennur myndugleiki sum skjótast gera av, um ein áheitan um innlit kann verða gingin á møti.
- Verður umbøn um innlit ikki gingin á møti innan 10 dagar, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.
- Harumframt skal ein myndugleiki, sambært góðum fyrisitingarsiði, svara einari áheitan í rímiligari tíð.
Løgtingsins Umboðsmaður staðfestir somuleiðis, at tað er ein uppgáva hjá leiðsluni at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan hátt alt árið, sjálvt um starvsfólk halda summarfrí í einum ávísum tíðarskeiði.
- Hóast tað kann vera torført hjá einum lítlum stovni við fýra fulltíðarstørvum at vera fult virkin í summarfrítíðini, verður stovnurin noyddur at tryggja, at ein umsókn um innlit verður svarað innan fyri ta lógarásettu freistina, ella at ein áheitan verður avgreid í rímiligari tíð, sigur Umboðsmaðurin.
Tí heitir hann á Búnaðargrunnin um at broyta sína siðvenju at stongja skrivstovuna í fýra vikur í summarfrítíðini.
Umboðsmaðurin vil eisini frætta aftur frá Búnaðargrunninum, hvussu hann ætlar at skipa arbeiðið komandi summar.