Skal Samgongan einskilja almennar ognir og brúka eina part av avkastinum til at fíggja Sandoyartunnilin fyri?
Tað er ein av teimum nógvu spurningunum, sum eru umrøddir í samgonguni, nú roynt verður at finna eina loysn fyri, hvussu ætlanin um at gera undirsjóvartunnil í Eysturoy og í Sandoy, kunnu setast í verk.
Í sambandi við ætlanirnar hevur tað serstakliga verið fíggingarspurningurin, sum hevur verið tórførur at finna semju um.
Ikki minst er tað tórført at semjast um at fíggja Sandoyartunnilin, tí hann er dýrur. Hinvegin fer Eysturoyartunnilin at gera stórt avkast.
Heidi Petersen, sum hevur umboðað Tjóðveldið í tunnilsbólkinum hjá samgonguni, sigur, at ein spurningur, sum hevur verið umrøddur, er at einskilja almennar ognir og at brúka ein part av inntøkunum til at fíggja almennar útbyggingar fyri, eitt nú Sandoyartunnilin.
Hon leggur tó dent á, enn ongin niðurstøða er tikin í hesum sambandi.
Men hon vísir á, at tað almenna eigur stórar ognir, eitt nú Føroya Tele, tveir triðingar í Atlantsflogi, Húsalánsgrunnin, Realin og aðrar ognir og aðrir grunnar.
- Hetta eru alt ognir, sum høvdu kastað nógva pening av sær til landskassan, verða tær einskildar og ein partur av teimum kundi verðið brúktur at fíggja Sandoyartunnilin og aðrar útbyggingar við, sigur løgtingskvinnan hjá Tjóðveldinum.
- Tað hevði avmarkað upphæddina, sum tað er neyðugt at læna til Sandoyartunnilin, leggur hon afturat
Mugu hugsa um búskapin
Annars sigur hon, at tilmælið í tunnilsbólkinum sigur heilt greitt, at endamálið hjá
samgonguni er at fara undir Sandoyartunnilin í 2011.
Men eisini hon heldur at tað er blóðskeivt av samgonguni at binda seg til ein ávísan dag, tí tað veldst alt um búskaparligu støðuna.
Hon vísir hon eisini á, at samgongan vil ikki fara undir tunnilin, fyrrenn 150 milliónir krónur standa í partafelagnum, sum skal gera tunnilin.
Og endamálið er, at tað skal vera í 2011
- Hinvegin sleppa vit ikki undan alla tíðina at taka støði í búskaparligu støðuni og tí er tað ómøguligt at siga beint nú, nær fíggjarligar vánir vera fyri at fara undir Sandoyartunnilin, sigur Heidi Petersen.
- Vit vænta ikki, at nøkur onnur samgonga hevur so stóran vilja at fremja Sandoyartunnilin, sum hendan, men verður ov stór afturgongd í samfelagnum, er tað ómøguligt at byrja longu í 2011 og tí ber rætt og slætt ikki at geva sandoyartingmonnum nakra ávísa dagseting.
- Tað er tað stór semja um í samgonguni.
- Hinvegin verður beinanvegin farið undir at fyrireika tunnilin, so tað er klárt at byrja, tá ið fíggingin er klár.
Annars staðfestir Heidi Petersen, at tað kemur undir ongum umstøðum upp á tal at gera bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin ísenn.
Hvør skal so gerast fyrst?
- Tað veit eg ikki, tað kundi verið tann, sum er longst frammi í fyrireikingunum, sigur hon og so má hin bíða í eini fýra, ella fimm ár.
Her kann leggjast afturat, at tað er Eysturoyartunnilin, sum er komin nógv longri í fyrireikingunum, tí verður skjótt atborið er klárt at bora har um eitt ár.