Almennir stovnar gera minst fyri at hjálpa fólki til arbeiðis

Kommunur og privatir arbeiðsgevarar gera mest fyri at hjálpa fólki til arbeiðis

Almennir stovnar eru teir, sum gera minst fyri at hjálpa fólki við skerdum førleikum á arbeiðsmarknaðin.

Tað vísir ein samanteljing hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Hinvegin eru tað kommunurnar, og teir privatu arbeiðsgevararnir, sum gera mest burtur úr at taka fólk við skerdum førleikum, í vard størv, ella tillagað størv, sum tað eitur nú.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu tað gongur við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Hon vísir á, at Løgtingið hevur mett, at tað var rætt at seta krøv, soleiðis at almenn arbeiðspláss hjá landinum, sum eru oman fyri eina ávísa stødd, skulu binda seg til at taka fólk, sum ikki kunnu røkja eitt vanligt starv, í tillagað størv.

Og tað samtykti Løgtingið í 2016, men tey krøvini vil landsstýrið ikki seta.

 

Les meiri her: Almennir stovnar sleppa frá at gera sum Løgtingið vil

 

Men Sonja Jógvansdóttir hevur eisini spurt, hvussu nógv fólk eru á arbeiðsmarknaðinum eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, og uppgerðin vísir, at tilsamans er talan um 449 fólk.

Men uppgerðin vísir eisini, at tað eru kommunurnar, sum taka ta størstu ábyrgdina á hesum øki, tí 38 prosent av teimum eru í starvi hjá kommununum.

Men uppgerðin vísir eisini, at teir privatu arbeiðsgevararnir taka at kalla líka stóra ábyrgd á seg á hesum øki, tí 37 prosent av teimum eru nevniliga í starvi hjá privatum arbeiðsgevarum

Hinvegin eru tað bara 25 prosent, ella fjórðingurin, sum er í starvið á almennum stovnum, vísir uppteljingin.