Almennir stjórar eru friðaðir

– Eg sparki ongan uppeftir!
Tað staðfesti Kaj Leo Jo­hann­e­sen, eftir at vit á hes­um stað speiróku løg­mann fyri at sparka frá­koyrda aðal­stjór­an í Utt­an­­rík­­i­s­ráð­­num upp­eftir – við að­al­stjór­a­løn, sum løg­mað­ur kort­ini sigur, at hann ikki fær.

Men løgmaður kann siga, hvat hann vil. Um vit siga, at Her­luf Sigvaldson verð­ur ráð­gevi líka til hann fer frá fyri ald­ur, so hev­ur hetta krumm­spring­ið hjá løg­manni kost­að okk­um skatt­gjal­d­ar­um einar 12 mill­i­ón­ir krón­ur. Har­aft­ur­at fær frá­koyrdi að­al­stjór­in að­al­stjór­a­eft­ir­løn.
Um hetta ikki er at sparka upp­eft­ir, harra løg­mað­ur, hvat er tað so?
Almennu Føroyar hava ein mis­teink­i­liga løgn­an starvs­fólk­a­pol­i­tikk. At koyra eina skriv­stovu­kvinnu ella eina vaski­konu, tað er einki pro­blem. Tær fáa fót­in í reyv­i­na, tá spar­ast skal. Men at koyra ein stjóra til hús – ein stjóra, sum ikki kann brúk­ast, tað má man ikki. Tí finn­ur man bara upp á okk­urt til teir at gera. Í Ting­a­nesi sit­ur ein slík­ur – til­døm­is. Hann hev­ur skriv­að und­ir semj­u­na við Her­luf Sig­vald­son sum »virk­andi løg­mans­stjóri«. Tað kann man eis­ini blíva, tá man er frá­koyrd­ur að­alstjóri í­ Ment­a­mála­ráð­num. Spark­að­ur upp­eft­ir? Tja...
Ímyndið tykkum um Posta fram­veg­is var ein al­menn­ur stovn­ur. So sótu fleiri frá­koyrd­ir post­verks­­stjórar úti í Ting­a­nesi í onkr­um upp­fun­n­um størv­um. Og fyr­i­still­ið ­tykk­um, um Smyr­il Line var ein al­menn­ur stovn­ur, hvat skuldi løg­mað­ur so gjørt við all­ar teir frá­koyrdu stjór­ar­nar har? So hevði verið trongt í Ting­a­nesi.
So parolan hjá løgmanni og al­mennu um­sit­ingini er, at ert tú ein­a­ferð kom­in á ov­astu rók í al­mennu um­sit­ing­ini, so verð­ur tú sit­andi, kosta hvat tað kosta vil!
Ergo: Vit hava veikar poli­tik­ar­ar – og alt ov sterk­ar leið­andi em­bæt­is­menn. Tað er ikki gott.