Sum nakað nýtt her í heysthálvuni, bjóðar Glasir í Hoydølum almenninginum til eina fyrilestrarøð innan náttúruvísind í samstarvi við Århus Universitet.
Fyrilestrarnir verða streamaðir beinleiðis frá Århus Universiteti og vístir á stórskíggja – so tað er sum at vera á staðnum. Granskarar greiða frá um nýggjar uppdagingar og sannkenningar á ein slíkan hátt, at øll fáa nakað burturúr. Málið er sum oftast danskt. Tað er eisini møguleiki at sms’a spurningar ímeðan fyrilesturin er.
Týsdagin 25. oktober verður ein fyrilestur ið hevur heitið “ Kom tættari at stjørnunum “ og hann byrjar kl.18 og varar tveir tímar. Í pausini verður møguligt at fáa kaffi/te og okkurt afturvið.
Fyrilestrahaldararnir nú týsdagin eru astrofysikarin Mads Fredslund Andersen og professari í astrofysik Hans Kjeldsen – báðir knýttir at instituttinum fyri fysik og astronomi á Århus Universitet.
Í hesum fyrilestri verður møguleiki at hoyra um nútímans mátiútgerð ið verður nýtt til at fáa upplýsingar um yvirflatuna, umhvørvið og tað innara í stjørnunum. Til hetta verður nýtt toppmodernaði teleskopir, satelittar og robotteleskopið SONG á Tenerife. Fyrilestrahaldararnir vilja greiða frá hesum. Meðan fyrrilesturin er, vil roboteleskopið SONG blíva stýrt frá Århus, og stjørnurnar á kvøldarhimmalinum kunnu síggjast.
Tað er ókeypis atgongd til fyrilestrarnar. Meira kunning um fyrilestrarnar eru at finna á heimasíðuni www.hoydalar.fo