Almenningurin og ráðandi í Føroyum?

Hans Birgir Hansen

Tað sum er mest avgerandi er ein góð fyriskipan, tilrættaleggjan av tí dagliga húsarhaldi og gerandislívi og javnvág í millum heimi og útiarbeiði, skúla, lærupláss og frítíðararbeiði.
Tað vil skapa betri búskap og størri sosialan tryggleika, og við at fólk broytir sínar lívs-, drekki-, kost-, nýtslu-, innkeypsvanar, ið er tilverugrundarlagið, undir áðurnevnda, hjá øllum.
Tað er avgerandi neyðugt við sínamillum gott samskifti og samstarv og skap-an av sosialari samveru, í felagsskapi, innan áðurnevnda og innan frítíðarfel-agsskapir og klubbar.
Tað eigur at verða funnist harðliga at framíhjárættindum og tí rikna familjupolitikki og stættarskipan og mun, úti í landsins kommunum, hvat í ein fær gjørt vart við í dag.
Eg vil hava skipað javnvág ímillum ófaklærdu og faklærdu, óskipað og skipað av arbeiðsgevarafeløgum og arbeiðarafeløgum, úti í landsins kommunum og ongantíð ov skjótt.
Tað sama skal gerast við at stytta og hækka vikutímatali hjá øllum mánaðar- og tímaløntum, við at fáa skipað 35 tímar arbeiðsviku, ið skal tryggja øllum tilverugrundarlagið í dag.
Eg vil skapa javnvág og sosialan tryggleika, og geva øllum arbeiðsleysu, tøku, undir Als og Almannastovuskipanum ein møguleika at sleppa út á arbeiðsmarknaðir, kring alt landið og í Havn/Suðurstreymoy, ongantíð ov skjótt í dag.
Tað er avgerandi neyðugt, at skapa javnvág, innan alt handils- og vinnulív og ídnaðin og flutnings- og tænastuvinnur, úti í landsins kommunum, ið skal tryggja tilverugrundarlagi.
Tað verður javnan funnist harðliga at øllum fakfelagsruðuleikum og fakfeløgum, ið ein áður hevur funnist harðliga at.
Hygg at øllum egoistisku, matrialistisku, líkasælu ið bera seg at sum rovdýr úti í landsins kommunum, hvat ið funnist skal vera harðliga at, úti í øllum kjakinum her í Havnini.
Tað er avgerandi neyðugt at fáa tillagað útbúgvingarkervið til eftirspurning, tørvin á fakliga útbúnum fólki til alt handils-, vinnulív, ídnaði, flutning og tænastuvinnur í dag.
Tað er avgerandi at fáa skapt friðin og geva arbeiðandi fólki hvíld aftaná ein strævnan arbeiðsdag, úti í teimum grundleggjandi vinnunum ið eg havi samhuga við í dag.
Tað er avgerandi neyðugt at fáa skipað góð heilsu- og sosialviðurskiftir, náttúru og umhvørvisvernd og orkusparing og fáa avmarka dálkingartrupulleikar, ongantíð ov skjótt.
Og ein má hugsa globalt og handla lokalt í Havnini/Suðurstreymoy tá talan er um heildarmynd og heildarstøðuna og síggja alt samanhangandi úti í skipaðum kjaki í dag.
Tað eru nógv samanhangandi viðurskiftir ið ein fær viðgjørt og tá ið øll ikki hava somu lívstreytir, grundarlag eftir førleikaevnum, ið er avskeplað og kappingaravlagað.
Og javnvág er ikki ímillum kappingarføri hjá tí almenna og privata, land, kommunur, ríki, innan skrivstovu og serfrøðingaveldir og úti í vinnufeløgunum, úti í landsins kommunum.
Tað at skapa kjak sína millum er mennandi fyri øll ættarlið, og at læra av lívsroyndum hjá hvør øðrum, flestu gera sær ikki nógv greitt, so ein gerst búgvin til tað praktiska lívið.