Mikudagin 20. mars klokkan 17 verður høvi hjá almenninginum at vitja uppi á loftinum í Christianskirkjuni í Klaksvík og síggja, hvussu langt arbeiðið við altartalvuni er komið.
Eisini fáa fólk, sum koma á gátt, eina frágreiðing frá konservatorinum um arbeiðið.
- Nú er tryggingarlagið av ovara partinum tikið burtur og fest á tær nýggju pláturnar, ið skulu halda málninginum uppi, so klárt er at reinsa og endurbøta tann partin.
Kirkjuráðið í Christianskirkjuni sigur, at øll, sum eru áhugað, kunnu koma í kirkjuna mikudagin og fáa kunnleika um hetta stóra og spennandi arbeiði, ið nú er komið væl ávegis.
Myndina hevur Birgir W. Høgnesen tikið.