Almenni sektorurin

UM áræði er á fótum, tá savnast ríkidømi óansæð hvat hendir við sparsemi. Um áræði svevur, tá fánar ríkidømi hvat sparsemi so enn ger. Hettar segði bretski búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes í 1930, men orðini mugu sannast tann dag í dag

UM áræði er á fótum, tá savnast ríkidømi óansæð hvat hendir við sparsemi. Um áræði svevur, tá fánar ríkidømi hvat sparsemi so enn ger. Hettar segði bretski búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes í 1930, men orðini mugu sannast tann dag í dag.


LÍTA vit aftur um bak og minnast sjeytiárini, tá okkara samferðslukervi bæði á sjógvi og landi varð útbygt til tað, ið er ein av hornasteinunum undir okkara nútímans samfelag, so sæst, at áræði ikki trotaði tá. Nógvar av loysnunum bæði sjóvegis og á landi fingu nógv orð ímóti sær, men áræði og fakligt dirvi innan politisku skipanina og á stóru landsstovnunum gjørdi, at vit í dag hava eitt samferðslukervi, ið verður mett sum ein sjálvfylgja í dag. Ábøtur eru neyðugar, sum fylgja av so at siga ongum nýíløgum seinastu 10 árini, men útgangsstøðið er gott, og hettar átti at verið ein avbjóðing hjá dugnaligum fólki innan okkara landsstovnar.


ANSAST má eftir, at ein ikki drepur áræði innan almenna sektorin í Føroyum í dag. Ein og hvør klárar at kuta í eini fíggjarætlan og einari organisatiónsætlan, men tað er ikki ein og hvør, sum megnar at byggja nakað upp.


TAÐ er týdingarmikið, at almennu stovnarnir ikki steðga upp fakliga, tí einki er so gott, at tað ikki kann gerast betri. Er tørvur á rakstrarsparingum, so mugu hesar gjøgnumførast soleiðis, at man ikki drepur áræði hjá tí fólki, ið starvast á landsstovnunum. Tað fakliga hugflogið má ikki ofrast fyri ein almennan sektor á veg inn í næsta túsundár, har tað bert ræður um at halda høvdið so langt niðri sum møguligt. Um miðfyrisitingin ætlar at hækka støðið í almenna sektorinum, so eigur hon sjálv at leggja støðið til fyrimynd hjá stovnunum, ið útføra veruliga arbeiðið innan tað almenna. Tað hava vit ikki enn fingið nakað tekin um. Ein fullkomuliga feilfrían rakstur fær ein bert tann dagin einki verður gjørt yvirhøvur.


KANSKA er hettar júst ætlanin hjá núverandi Fólkaflokssamgongu, soleiðis at almennu stovnarnir kunnu pettast sundur við privatisering og útlicitering. Royndirnar av privatisering hava ikki verið góðar í Føroyum. Vit sóu hvat hendi við Skotlandssiglingini, tá eitt privat felag yvirtók. Bussraksturin í áttatiárunum var ikki júst tann bíligasti, og endin var, at landið noyddist at keypa bussar.


TAÐ ber ikki til, at man bert gongur í ring og endurtekur søguna við sokallaðum privatiseringsskipanum eftir fólkafloksleisti, har Landskassin rindar undirskot og privatir fáa yvirskot.


Í EINUM lítlum landi sum Føroyum eru sterkir landsstovnar ein fyritreyt. Nýskapanir á samferðsluøkinum, sum eitt nú Smyril í sínari tíð, høvdu ongantíð komið, um landið ikki stóð á odda fyri menningini og slóðaði fyri tí privata á flutningsøkinum bæði á sjógvi og landi.


VIT eiga ikki at bøla ov nógv í fortíðini, men lærast má av henni ? skeivleikum og ikki minst sjeymílastevunum frameftir. Tá bygnaðarbroytingarnar nú skulu umrøðast, so eigur starvsetanarpolitikkur at standa høgt á skránni. Spurningurin er, hvussu Landsstovnarnir framhaldandi kunnu fáa hendur á góðum fólki, tá ótryggleiki, centralisering og faklig skerjan eftir øllum at døma gerst gerandiskostur á hesum stovnum. Eisini er spurningurin um tað er demokratiskt forsvarligt, at miðfyrisitingin sjálv, sum í ávísum førum er eitt beinleiðis produkt av bygnaðarbroytingunum, skal sleppa at standa á odda fyri einari slíkari kanning av millum annað sær sjálvum.