Almennar ognir v. m.

Sum øllum kunnugt, yvirtók løgtingið/ landsstýrið skúlaverkið og almenna forsorg 1. januar 2002, og ríkisstjórnin strikaði tá blokkin til skúlaverkið við 274 milliónum og blokkin til almenna forsorg við 92,4 milliónum.

Samstundis kravdi landsstýrið, munnliga ella skrivliga, at tann árliga dagføringin av blokkinum orsakað av prístalshækkingum v.m., sum hevði verið reglulig frá 1988 til 2001, skuldi niðurbindast í eitt ávíst áramál. Hesin restblokkur, 615,5 milliónir, er oyramerktur til heilsuverkið og almannaverkið. Hendan ólukkuliga niðurbindingin, sum fólk við vanligum viti og skili ikki forstanda ein stav av, og sum hevur kostað nevndu verkum 100-tals milliónir, hevur nú staðið við á 10. ári.
Sjálvar yvirtøkurnar vórðu framdar við tveimum avtalum undirskrivaðar í desember mð. 2001, nevniliga:

Aftale mellem den danske regering og Færøernes landsstyre i forbindelse med hjemmestyrets beslutning om overtagelse af sagsområdet skolevæsenet.
Undirskrivað 21. dec. 2001 vegna stjórnina av Ulla Tørnæs og 20. dec. 2001 vegna landsstýrið av Óla Holm.
Og:
Aftale mellem den danske regering og Færøernes landsstyre i forbindelse med hjemmestyrets beslutning om overtagelse af sagsområdet den offentlige forsorg.
Undirskrivað 21. dec. 2001 vegna stjórnina av (?) og 19. dec. 2001 vegna landsstýrið av Sámal P. í Grund.

Í báðum avtalunum er tilskilað: ”Under forudsætning af de bevilgende myndigheders tilslutning overdrages statens rettigheder i henhold til nedenstående statslån vederlagsfrit til Færøernes hjemmestyre. Der er for lånene udstedt pantebrev og deklaration:
Klaksvig Tekniske Skole, 3 statslån med en samlet saldo på 12.265.000 kr.
Thorshavns Tekniske Skole, 3 statslån med en samlet saldo på 7.100.000 kr.
Færøernes Handelsskole, 2 statslån med en samlet saldo på 15.250.000 kr.
Dronning Ingrids Menigheds Børnehave, 1 statslån med en saldo på 50.000 kr.
Færøernes Børnehjem, 1 statslån oprindelig på 30.000 kr.

Í lógini um stýrisskipan Føroya, Fl. nr. 103 frá 26.07 1994, § 42, er tilskilað, at ”Lán ella borgan o.a.m, ið skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landinum, kann ikki verða tikið ella veitt uttan við heimild í løgtingslóg.”
Í báðum avtalunum er tilskilað, at 10 statslán upp á samanlagt 35 milliónir skulu ”overdrages … til Færøernes hjemmestyre…”
Hetta má innibera, at við yvirtøkuni av skúlaverkinum og almennari forsorg vórðu stórar, kostnaðarmiklar statsognir latnar landinum til ognar: Tekniskir skúlar, skúlaheim, Føroya Handilsskúli, ein barnagarður, Føroya Barnaheim og óivað aðrar ognir við ongum statslánum, eitt nú Føroya læraraskúli. Minnist meg rætt, rindaði staturin 60 % og Havnar kommuna 40 % (Venjingarskúlin), tá ið læraraskúlin varð bygdur.
Eingi av nevndu 10 lánum eru skrásett í landskassans ársroknskapum 2002-2010. Hevur landsstýrið við hesum brotið § 42 í stýrisskipanarlógini, kann verða spurt.

Í landskassans ársroknskapum 2006-2010 undir Ognaryvirlit er tilskilað: ”20. desember 2002 boðaði Fíggjarmálaráðið frá, at nú skuldu stovnarnir fara undir at skráseta ognir landsins. Í vegleiðingarskrivi 30. november 2004 greiddi Føroya Gjaldstova frá, hvussu skrásetingin skal fara fram. (….) Gjaldstovan kann bara staðfesta, at hetta kravið – sum ásett í roknskaparkunngerðini – ikki verður fylgt, tí er ognaryvirlitið eins mangulfult sum undanfarnu ár.”
Ongar av oman fyri nevndu ognum eru skrásettar í landskassans ársroknskapum.

Hví verða slík stórmál, sum her umrødd, duld fyri Føroya fólki? Hvør er tað, ið ikki dugir at umsita landsins lógir og skipanir? Og hví vórðu góðir, royndir fyrisitingarsiðir degraderaðir?

Í fíggjarlógini 2010, § 11.20.2.01, er stuðulsjáttanin til (11) sjúkrakassar niðurløgd. Heilsutrygdarveitingar eru komnar í staðin fyri sjúkrakassarnar. Í ríkisblokkinum, 615,5 milliónir, eru 17,2 milliónir oyramerktar til sjúkrakassarnar. Sveima nú hesar 17 milliónirnar fyri vág og vind í blokkinum við ongari oyramerking? Endamálið, ríkisstuðul til sjúkrakassar, er jú niðurlagt.

Meira innlit, segði kellingin, – hon fletti skjúrtið upp um seg.

Moralur:
Størsta hóttan ímóti mannasálini er eitt evarska lítið lygn-virus. Sleppur eitt slíkt virus í mannaheilan, og vit ikki fáa bast og niðurbundið tað, verður sum frá líður ógjørligt at skilja ímillum satt og ósatt, rangt og rætt. Í politikki kann eitt slíkt virus gera óbótaligan skaða. Somuleiðis í skúlunum. Í hesum døgum er komið í ljósmála, at Føroya Skúlabókagrunnur fyrireikar seg til at geva út nýtt atlas, sum, um tað gerst veruleiki, í tápuligheit fer eina bátslongd fram um Heimsatlasið, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993.
Líkasæla og dølskni í mentalum, politiskum spurningum degenererar sálina. Hon fer í mutatión.