Nakrir politiskir veruleikar
Løgtingið samtykti endaliga í 1994, at Føroyar skuldu hava nýggja stýrisskipan við sokallaðari landsstýrismannaábyrgd. Stýrisskipanin kom í gildi á ólavsøku í 1995, og ráðharraskipanin á ólavsøku í 1996.
Vit í Sambandsflokkinum vóru tey, sum ávaraðu, og sum vístu á vansarnar við hesi skipan, og ikki minst á tann eyka kostna, sum nátúrliga fylgir við eini so umfatandi broyting.
Hetta bleiv sum ikki einaferð kveistrað til síðis av teimum loysingarsinnaðu flokkunum. Hetta skuldi vera undanførðsla og mótstøða ímóti framburði í Føroyum.
Endurtøka av sjeytiárunum
Hetta minnir mest um- og er ein endurtøka av sjeytiárunum, tá ið yvirtøkurnar einki skuldu kosta. Tjóðveldismenn, javnaðarmenn og fólkafloksmenn reikaðu landið runt og boðaðu frá árligum yvirskoti frá yvirtikna postverkinum uppá fleiri tíggjutals milliónir um árið. Nú skal postverkið hava 56 milliónir krónur úr landskassanum, fyri at halda fram.
Lagnunar speisemi
Eins og aftaná sjeytiárini, var tað aftur Sambandsflokkurin, sum fekk til uppgávu at seta nýggju skipanina í verk, samstundis sum landið skuldi reisast aftur úr tí djúpastu kreppu, sum teir loysingarsinnaðu høvdu komið okkara samfelagi útí nakrantíð.
Okkum so líkt, varð farið til verka. Skipanin var tillagað einum lítlum samfelag, og gjørd so bílig sum møguligt, tá hædd varð tikin fyri politiska kravinum um ráðharraskipan, nevniliga 5 aðalstýri og einari løgmansfyrisiting.
Hvar vóru alternativini?
Tey sum kravdu, og sum fingu teirra vilja um nýggja stýrisskipan og ta ministeriellu skipanina sum tey stóru londini hava, kappast nú , væl hjálpt av loyalum embætismonnum og pressuni, um at finnast at mær og okkum, sum gjøgnumførdu uppgávuna.
Hvørki tá vit loystu uppgávuna, ella síðani, havi eg sæð so mikið sum eitt einasta ítøkiliga alternativið frá nøkrum av teimum. Og sjálvt um teir ikki høvdu hugflog til at koma við alternativum tá, hví hava teir so ikki gjørt broytingar tey seinastu tvey árini, um hugflogið var so stórt?
Hvar stavar
vøksturin frá ?
Tá omanfyri nevnda er sagt, skal eg av sonnum siga, at eg eri skelkaður av tí vøkstri, sum okkara umsiting hevur verið fyri seinastu tvey árini. Nýggja samgongan setti tveir landsstýrismenn afturat. Hetta førdi aftur við sær, at vit fingu eitt aðalstýri afturat, umframt eina sokallaða sjálvstýrisumsiting, sum bara til sjálvstýrismál einsamøll kostar 12 milliónir krónur í 3 ár. Harumframt hevur so at siga øll landsumsitingin virkað sum ein loysingarfyrisiting til fyrireiking av tí hálovaða komandi fullveldinum. Sjálvandi kostar sovorið nógvan pening.
Hetta er ivaleyst fyrstu ferð í okkara parti av heiminum, at samlaða fyrisitingin í einum landi hevur fingið til uppgávu at reisa land og ríki runt og føra politiska propaganda fyri eini sitandi stjórn. við útvaldum herskara fer hetta fram. Flestu munnu eisini minnast búskaparfrøðingin, sum ikki slapp við, tí hann ikki passaði inn í myndina.
Summa sumarum
Ongin skal vera í iva um, at eg taki ábyrgdina av, at hava gjøgnumført tær bygnaðarbroytingar, sum Føroya Løgting álegði mær at gera. Eisini haldi eg fast við, at hetta varð gjørt skjótt, bíliga og væl.
Men at lasta meg ella Sambandsflokkin fyri, at núverandi samgonga hevur blást almennu umsitingina upp, m. a. við tveimum eyka landsstýrismonnum, við ? í krónum ? nógv meira enn tveimum eyka aðalstýrum, tað góðtaki eg ikki undir nøkrum umstøðum.
Tað má sitandi løgmaður, og sitandi landsstýrismenn, við teirra baklandi taka ábyrgdina av.
At teir hava blást almennu umsitingina upp í krónum og oyrum, tað er forkastiligt. At teir harumframt hava broytt almennu umsitingina til politisk amboð í tí nógv umrødda amboðskassanum, tað er uppaftur nógv verri.
Edmund Joensen