Almenna lønarút- gjaldingin vaks 16,8%

Í 1989 vóru lønarútgjaldingarnar 4433 mió. kr. og í 1999 ? 4434 mió. kr., og samstundis verður tosað um, at sama ferð er komin á búskapin, sum var í 80-unum, stendur m.a. at lesa í lønaryvirliti frá Vinnuhúsinum

Ólavur í Beiti


? Nú vit eru farin um eitt túsundáraskiftið er áhugavert at líta aftur um bak, hvussu er gingist teimum ymisku vinnugreinunum, og vit hava valt at nýta lønarútgjaldingarnar sum ein indikator fyri framleiðsluna. Tað er trupult at nýta lønargjaldingarnar sum ein indikator fyri hvussu einstakar vinnugreinir hava tað, tí framgongdin verður gjørd upp í útreiðslum. Tað eru vinnugreinir, sum hava klára seg sera væl, og økt nógv um framleiðsluna, men lítið um lønarútgjaldingarnar, verður sagt í skrivi frá Vinnuhúsinum.

Sambært hesum yvirlitinum hjá Vinnuhúsinum, so er lítil og eingin munur á lønarútgjaldingunum í 1999 og 1989. Í 1989 vóru lønarútgjaldingarnar 4433 mió. kr. og í 1999 vóru tær 4434 mió. kr. Størsta lønarútgjaldingin er í fiskivinnuni. Parturin hjá fiskivinnuni av tí samlaðu lønarútgjaldingunum er farin úr 14,9% í 1989 upp í 16,9% í 1999 (í 1998 -19,4%). Framgongdin síðani 1989 hevur tí verið týðilig, og hetta er samstundis sum hesin bólkurin hevur fingið ein týðiligan skattalætta, sum restin av Føroya fólki ikki hevur fingið, skrivar Vinnuhúsið.


668 mió. kr

Yvirlitið vísir eisini, hvussu nógv prosent, tær ymisku vinnugreinirnar hava flutt seg í mun til samlaðu lønarútgjaldingarnar í 1989 og 1999. Almenna fyrisiting hevur heili 2,2% størri part av lønarútgjaldingunum í 1999 í mun til 1989. Parturin hjá almennu fyrisitingini var í 1989 ? 12,9% av teimum samlaðu lønarútgjaldingunum, og 15,1% í 1999. Í tølum svarar hetta til 572 mió.kr. í 1989 og 668 mió. kr. í 1999 ella ein vøkstur á 16,8%. Tað er trupult at siga, hvat orsøkin er til henda stóra vøkstur innan almennari fyrisiting annað enn, at fleiri fólk er sett í starv, skrivar Vinnuhúsið.

Um almenna fyrisitingin, undirvísingar-, heilsu- og almannaverk, felagsskapir og mentan verða løgd saman, høvdu hesir bólkar 1319 mió. kr. í lønarútgjalding í 1989 og 1520 mió. kr. í 1999. Hetta svarar til 29,75% av samlaðu lønarútgjaldingunum í 1989 og 34,3% í 1999. At tað almenna hevur økt um sín part av teimum samlaðu lønarútgjaldingunum við 4,6% ella ein hækking 15,2% merkir, at aðrar vinnugreinir hava goldið munandi minni í lønarútgjaldingunum í 1999 í mun til 1989, verður staðfest í tíðindaskrivinum.


Byggivinnan afturgongd

Tann størsta afturgongdin, sambært hesum yvirliti, er á byggivirkseminum. Í 1989 hevði byggivirksemið 8,5% av teimum samlaðu lønarútgjaldingunum. Í 1999 4,9%. Hetta vísir greitt, at byggivinnan ikki er komin fyri seg aftur eftir kreppuna, og at økta virksemi í samfelagnum ikki stavar frá byggivinnuni. Í 1989 vóru lønarútgjaldingarnar viðvíkjandi byggivirkseminum 379 mió. kr. og í 1999 ? 219 mió. kr. Hetta er ein afturgongd uppá 42,2%.

Og greið lækking sæst eisini viðvíkjandi fiskavøruídnaðinum, sum í 1989 rindaði 9% av teimum samlaðu lønarútgjaldingunum í mun til 7% í 1999. Í tølum svarar hetta til 401 mió. kr. í 1989 og 309 mió. kr. í 1999. Fyri ein part skyldast hetta, at avreiðingarnar til føroysk fiskavirki eru lækkaður úr 109.612 tonsum í 1989 til 90.740 tons í 1999. Hetta er ein lækking uppá 17,2%. Samstundis er fiskavøruídnaðurin vorðin effektivari, og tí framleiðir meira í mun til goldnan lønartíma. Kappingin um rávøruna er hørð, samstundis sum rávøruprísurin er høgur, skrivar Vinnuhúsið.

? Innan ali- og kryvjivirki er eisini ein týðilig effektivisering farin fram. Lønarútgjaldingarnar vóru í 1989 ? 74 mió. kr. og 111 mió. kr. í 1999. Hetta er ein vøkstur á 50%. Samstundis er framleiðslan farin úr 8.088 tonsum í 1989 til 39.536 tons í 1999. Hetta svarar til ein vøkstur á 389%. Produktiviteturin í mun til lønartíman er soleiðis øktur munandi.


Fíggjarpolitikkur

Og at enda skrivar Vinnuhúsið, at fleiri tilmælir hava verið um at tað almenna skal føra ein stramman fíggjarpolitikk, og serliga verður víst á, at tað almenna eigur at avmarkað sínar íløgur. Men hesi tøl vísa, at tað ikki er byggivirksemi, sum hevur skapt tað økta virksemi í landinum, men heldur almennar rakstrarútreiðslur og lønarútgjaldingarnar innan fiskiskap.

? Tað sæst eisini týðiligt á tí føroyska samfelagnum at politikarar hava valt ikki at gera íløgur og heldur varðveita og hækka rakstrarútreiðslurnar. Hesin politikkur sæst aftur í dag á til dømis einum samferðsluskervi, sum er niðurslitið.