Fríggjadagin frá klokkan 13 til 16 verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um leiklutin hjá føroysku fakfeløgunum í dag og í framtíðini. Tað er Starvsmannafelagið, sum skipar fyri í sambandi við við aðalfundin og 50 ára hátíðarárið hjá felagnum.
- Vit halda, at tað er natúrligt at varpa ljós á á leiklutin hjá føroysku fakfeløgunum, bæði søguliga, í dag og framyvir, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Ráðstevnan verður partvíst skipað við framløgum og partvíst við orðaskifti.
John Mortensen, samfelagsfrøðingur, greiðir frá um upprunan hjá fakfelagsrørsluni. Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur og formaður í Magistarafelagnum, lýsir aktuellu støðuna og avbjóðingar á økinum, og Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeilidini í Fíggjarmálaráðnum, hugleiðir um arbeiðsmarknaðinum í framtíðini.
Aftan á framløgurnar verður orðaskifti, sum Øssur Winthereig, journalistur, skipar fyri.
Við pallborðið sita Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, Selma Ellingsgaard, forkvinna fyri Starvsmannafelagið og Sigmund Poulsen, sakførari.