Almenn móttøka á Toftum

Í dag varð skipað fyri almennari móttøku í nýggja barnagarðinum á Svangaskaði á Toftum. Nógv fólk var til hátíðarhaldið og Tóra Johannesen, leiðari, metir, at eini 200-300 fólk vóru inni á gólvinum teir báðar tímarnar millum klokkan 13 og 15, sum móttøkan vardi.

Tað var Julianna á Geilagarði, varaleiðari, sum beyð vælkomin, og síðan segði leiðarin, Tóra Johannesen, nøkur orð.

Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, segði eisini nøkur orð, og Portalurin fer at venda aftur til okkurt av tí, sum leiðarin og borgarstjórin søgdu undir hátíðarhaldinum í nýggja og snotuliga barnagarðinum, sum nú stendur liðugur á Svangaskarði.

Undir hátíðarhaldinum sungu børn í barnagarðinum eisini nakrar fittar barnasangir og settu soleiðis sín dám á løtuna.

Á høvuðsmyndini til henda greinastubban eru menninir á Teknistovuni í Gøtu, sum hava teknað og teir hjá KBH, sum hava staðið fyri høvuðsarbeiðnum at byggja barnagarðin á Svangaskarði.