Stutt undan jólum lat ungdómshúsið í Sunda kommunu upp á fyrsta sinni. Ungdómshúsið er í Garnhúsinum á Oyri.
Garnhúsið er gamal vinnubygningur, sum tey ungu saman við starvsfólkunum hava broytt til eitt ungdómshús.
Garnhúsið hevur verið væl vitjað, og fríggjadagin 9. mars, klokkan 17.00 verður høvi hjá almenninginum at vitja staðið. Tá verður almenn móttøka í Garnhúsinum við undirhaldi, har tey ungu koma at framføra við sjónleiki og tónleiki. Esini verður ein góður biti at fáa.
Tey ungu og starvsfólkini vóna, at mong fólk koma inn á gólvið hesa hugnaløtuna.










