Í dag verður almenn móttøka í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Sif Gunnarsdóttir tekur við sum stjóri fyri Norðurlandahúsið.
Sif er 47 ára gomul og hevur síðani 2007 verið stjóri í Visit Reykjavík. Hon hevur BA prógv í donskum máli og bókmentum frá Háskóla Íslands og MA prógv í mentanararbeiði og samskiftið frá Odense universiteti.
Nýggi stjórin tekur við eftir Niels Halm, sum hevur sitið í starvinum í 8 ár.
Móttøka fyri nýggja stjóranum verður klokkan 16.00.