Anskar Hansen, Kringvarpsgjaldari
---
Undirritaði vil hervið átala upp á tað harðasta ta viðferð okkara landstýrismaður í mentamálum fekk í Degi og viku fríggjakvøldið tann 23 nov. Har tit loyva ein av okkara listafólkum at niðurgeðra okkara landsstýrismann í mentamálum á ein slíkan hátt, har eg sum borgari her í landinum og sum gjaldari av kringvarpinum als ikki finni meg í at hoyra frá tí almenna stovninum Kringvarpinum.
Havi grundaðan mistanka, tá man hugsar um núverandi støðu hjá Kringvarpinum, at hattar var ein funnin persónur at siga tað, tit sjálvir ynsktu at siga, men ikki tora at siga.
Minsta krav til redaktiónina í Degi og viku er, at tit treytaleyst alment biðja Bjørn Kalsø um umbering og lova okkum síggjarum og hoyrarum, at vit ongantíð skulu hoyra slíkt í degi og viku aftur.
Eisini er tað ikki ov nógv at væntað, at ábyrgdarpersónurin fyri degi og viku hettar fríggjakvøldið fær eina »nøs« fyri slíka ósømiliga, ómansliga og ódugnaliga stýring av Degi og viku.