Pallborðsfundur verður í Løkshøllí Runavík í kvøld klokkkan 19.30 Umleið 5.000 føroyingum tørvar endurvenjing um somu tíð, sum almennu Føroyar hava bundið seg til at halda ST sáttmála um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.
Við pallborðið á fundinum sita Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Leila Solmunde, forkvinna í MBF og Sigvald Kristiansen, formaður í Landsfelag Pensionista.
Tey fara at skifta orð um mál sum livikor, bústaðarpolitikk, heimahjálp, endurvenjing og eftirviðgerð.
Ummleið 5.000 føroyingum tørvaðu endurvenjing. Men hjá einum, sum hevur tørv á endurvenjing, tað veri seg orsakað av heilabløðing, blóðtøppi, sjúku ella vanlukku, eru tað aloftast eisini tey avvarðandi, sum meiri og minni verða ávirkað av tí vantandi førleika, sum tann, sum tørv hevur á endurvenjing, hevur. Soleiðis kunnu tað lættliga verða 10-15.000 føroyingar, sum so ella so eru raktir og/ella ávirkaðir av manglandi endurvenjingartilboðum.
Og um somu tíð hava almennu Føroyar bundið seg til at halda ásetingarnar í ST-sáttmála um rættindi hjá teimum, sum bera brek, har tað m.a. verður sagt, at limalondini skulu taka munadygg og hóskandi stig, so tann, ið ber brek, kann vinna aftur og varðveita størst møguligan førleika.
Hetta er bert eitt av mongum økjum, sum ikki eru einum vælferðarsamfelagi hóskandi.