Almenningurin eigur at fáa høvi at siga sína hugsan um, hvussu langt løgreglan skal sleppa í royndunum at uppklára brotsverk.
Tað halda tey í Tjóðveldi.
Annars hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skotið upp at seta nýggjastu donsku reglarnar í gildi í Føroyum, og tær geva løgregluni rættiliga víðar heimildir at loynilurta eftir telefonsamrøðum og at loynilurta eftir húsum og ávísum rúmum í húsum.
Tey, sum taka undir við hesum siga, at hetta eru neyðug amboð hjá løgregluni at fáa í royndunum at uppklára álvarslig brotsverk, eitt nú stór rúsevnamál, barnaporno o.s.fr.
Hinvegin halda mong, at hetta er at fara ov vítt, tí tað setir rættartrygdina hjá fólki í vanda.
Í Tjóðveldi halda tey, at vit eiga at fáa eina viðgerð av hesum máli, sum er nógv meiri umfatandi.
Í hesum sambandi heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, at hetta er kanska eitt mál, tað er hóskandi at hava eina almenna hoyring um.
- Har kundu fólk, sum hava eina eina serliga vitan um evnið, komið í Løgtingið og greitt frá málinum og tann hoyringin skuldi verið varpað út til almenningin
Bjørt Samuelsen tekur undir við, at vit fáa eina nevnd at viðgera málið alment, har eisini serfrøðingar í mannarættindum, umboð fyri løgfrøðingar, løgregluna, politiska myndugleikan og onnur, viðgera málið og tað skal almenningurin fáa høvi til at hoyra.
Í minsta lagi heldur Bjørt Samuelsen, at vit skulu seta eina nevnd at kanna, hvussu víðar heimildir, Løgreglan í føroyum skal fáa í royndunum at uppklára brotsverk.