Í hesum døgum verður skipað fyri útiviku kring landið. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum hevur tikið stig til hetta avbera góða heilsutiltakið. Fólk verða biðin um at seta bilin og ganga til og frá arbeiði. Kring landið alt síggja vit avleiðingarnar av hesi heilsuligu áheitan. Bilarnir síggjast ikki so væl í landslagnum, meðan fólk í stórum tali síggjast til gongu ella á súklu. Hugflogið verður so eisini tambað, og kring landið skipa tey fyri alternativum rørslutiltøkum, sum øll hava til endamál at fáa fólk at taka heilsuna í álvara – í hesum høpi tað at røra seg so ella so sum liður í altjóða rørsluárinum 2009.
Fólkaheilsuráðið er ein stovnur, sum átti at fingið nógv størri raðfesting í føroyska samfelagnum – í okkara hugaheimi, í okkara gerandisdegi. Hann eigur at vera so nógv frammi og so sjónligur, at fólk við tíðini fara at meta hann sum eina veruliga týdningarmikla institutión í samfelagnum – eitt afturvendandi og blívandi tiltak, sum er eins týdningarmikið sum so nógv annað í samfelagnum, ið vit ikki halda okkum kunnu vera fyriuttan.
Tað hevur eisini verið ein frægd at sæð og hoyrt landsins ovasta leiðara á heilsuøkinum, landsstýrismannin Hans Paula Strøm ganga á odda í herferðini fyri at fáa fólk at taka heilsuspurningar í størri álvara. Hann hevur veruliga megnað at liva upp til hugtakið um at standa á barrikadunum – heilsubarrikadunum. Og tað eigur hann rós uppiborið fyri. Tí nettupp hetta at skula hava ábyrgdina av stórum parti av okkara heilsuverki krevur eisini, at tú sjálvur vísir í verki tað tú krevur ella ynskir av øðrum. Í so máta má sigast, at heilsumálaráðharrin hevur megnað at gera orð til verk, at fáa teori at blíva til praksis. Her hevur verið rópt varskó og víst hevur verið á nýggjar betri gongdar leiðir, tá tað um heilsuna ræður. Vit skulu eta meira grønt og frukt. Vit skulu ansa eftir ikki at eta ov nógv feitt. Vit skulu vera varin við sukuri. Vit skulu røra okkum. Vit skulu gevast at roykja ella vanda okkum um roykingina, og vit skulu duga at brúka rúsdrekka, soleiðis at tað nervar heilsustøðu okkara minst møguligt. Og soleiðis kundi verið hildið fram. Heilsumálaráðharrin og fólkini rundan um hann og stovnar undir honum hava veruliga gjørt vart við seg. Og tað eru mong fólk, ið eisini royna at gera vart við hesi viðurskifti. Ì gjár var áhugaverd tíðargrein í blaðnum, har lesandi føroyingur innan heilsuøkið kemur við góðum ráðum.
At gera eina góða heilsu til sítt herróp er kanska nútíðarinnar størsta og besta mál – eins týðandi sum tá vit tosa um at steðga dálking og troyta varandi orkukeldur – eins týdningarmikið sum at fara væl um okkara tilfeingi, fiskastovnarnar. At hava eitt stýri, at hava stýrandi menn og kvinnur, sum prædika sunna heilsu, tað fara vit ongantíð skeiv av. Tað skal vera okkara vón, at øll fólkavald tað veri seg í kommunustýrum ella á løgtingi lata seg fáa íblástur frá teimum, fakfólki, granskarum, politikarum oø., sum hava vilja og dirvi til at ganga undan fyri einum heilsugóðum Føroyum. Gott í tykkum.










