Við støði í samanlegging av Almannastovuni og Nærverkinum og nýggjari strategi fyri samanlagda stovnin, er avgjørt at gera eina bygnaðarbroyting.
Tað boðar leiðslan frá.
Endamálið við hesi broyting er at tryggja fult fokus á tey strategisku innsatsøkini á stovninum.
Nýggi bygnaðurin merkir lutvís færri, men størri arbeiðsøki og deildir við nógvum tvørgangandi uppgávum, at tryggja borgarunum eina tænastu á høgum fakligum støði.
Nýggja leiðslan er býtt upp í fimm deplar við hvør sínum leiðara. Deplarnir eru viðskiftadepilin, menningardepilin, trivnaðardepilin, veitingardepilin og eldradepilin.










