Almannastovan má bera sín part av byrðuni

Grundin til, at sparingarnar á Almannastovuni verða so ogvusligar, eru, at sparingar, sum skuldu verðið gjørdar í ár, eru útsettar út til næsta ár, so at alt fellur saman

Sparingar

? Vit hava ein búskaparligan veruleika at halda okkum til.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at Almannastovan má bera sín part av sparingingunum, eins og allir aðrir stovnar hava gjørt.
Hann viðgongur samstundis, at tað hóvar honum ógvuliga illa at gera sparingar á Almannastovuni.
? Men stígur er komin í búskapin og so ber heilt einfalt ikki til at lata sum onki, og so má eisini Almannastovan bera sín part av byrðunum.
Ført hevur verið fram, at sparingarnar, sum ætlanin er at gera á Almannastovuni, fara at føra til at seks-átta fólk verða søgd upp.
Hans Pauli Strøm vísir á, at nú fíggjarlógin skuldi gerast, eru tað bara skúlaverkið, heilsuverkið, eldrarøktin og serforsorgin, sum hava fingið fult endurgjald fyri tær lønarhækkingarnar, sum eru komnar í gildi.
? Allir aðrir stovnar hava ikki fingið meiri pening at játta yvir, hóast lønin er hækkað og sostatt mugu teir finna sparingar, sum samsvarar við lønarhækkingina.

Sparingar fella saman
Hann sigur, at skuldi Almannastovan havt fingið fult endurgjald fyri lønarhækkingina, skuldi hon fingið 838.000 krónur afturat næsta ár.
? Tað eru hesar 838.000 krónurnar, sum Almannastovan skal spara næsta ár. At hetta so skal føra til, at seks-átta fólk verða søgd úr starvi, hevur sína orsøk. Og orsøkin er, at leiðslan á Almannastovuni hevur hevur skotið sparingar, sum skuldi gerast í ár, út til næsta ár, so at allar sparingarnar fella saman og tí virkar tað so ógvusligt.
? Orsøkin til at sparingarnar næsta ár verða so ógvusligar, er, at leiðslan hevur ikki lagað virksemið í ár ár til sparingarnar, sum eru gjørdar í ár. Tað er eitt val, sum leiðslan hevur gjørt, men avleiðingin er, at allar sparingarnar so fella saman í 2005.
Landsstýrismaðurin veit, at Almannastovan hevur ikki brúk fyri sparingum, men hevur brúk fyri fleiri fólki.
? Men sum støðan er nú, røkkur búskapurin ikki til og tí er neyðugt at seta sparingar í verk, og her má Almannastovan bera sín part.
? Ein minni sparing í 2004 og ein minni sparing í 2005, hevði væl givið sama endaúrslit.
? Tað skal eg ikki gera viðmerkingar til. Men at koyra seks- átta fólk til hús í einum høggi, er so mátin, sum leiðslan á Almannastovuni hevur valt, heldur enn at gjøgnumføra nakrar av sparingunum í ár og nakrar næsta ár.
Hann leggur afturat, at hetta er ikki ein atfinning at leiðsluni, tí leggja seg út í raksturin á Almannastovuni, hvørki vil ella kann hann.
Hans Pauli Strøm vísir á, at í 2004, ætlaði fíggjarnevndin at Almannastovan skuldi spara 500.000 krónur eyka. men ta játtanina fekk hann upp á aftur.
Næsta ár ætlar samgongan at veita 60 milliónir í skattalætta. Er tað rætt at veita skattalættar, samstundis sum tað er neyðugt at spara í grundleggjandi tænastum, sum Almannastovan veitir?
? Skattalættin er ein semja í samgonguni, tí mett verður, at hann fer at seta skump í virksemið.
Og fleiri viðmerkingar vil Hans Pauli Strøm ikki gera til skattalættan.
? Eg kann bara vísa til, at samstundis sum fyrisitingin á øllum økjum er beinleiðis lækkað 10%, er fyrisitingin hjá Almannastovuni ikki lækkað. Einasta sparing á Almannastovuni er, at hon hevur ikki fingið endurgjald fyri eina lønarhækking. Sostatt er Almannastovan í roynd og veru sloppin lættari enn aðrir stovnar.

Ikki bara talan um starvsfólk
Tey, sum hava við Almannastovuna at gera, vænta, at sparingarnar fara at føra við sær, at avgreiðslutíðin á Almannastovuni fer at longjast munandi?
? Tað er ein spurningur um, hvussu leiðslan á Almannastovuni leggur arbeiðið til rættis og tað skal eg ikki leggja meg út í. Men talan er ikki bara um talið á starvsfólkið. Talan er eisini um mannagongdir - og sparingin fyri næsta ár er altso 838.000 krónur.
? Men í summum førum gevur lógarverkið Almannastovuni ov nógv arbeiðið, eitt nú við eftirrokningum av hvørjum einstøkum viðskiftafólki.
Hann sigur, at landsstýrið arbeiðir við at gera lógarverkið einfaldari, so at tað verður lættari hjá Almannastovuni at umsita.
?Men Almanna- og heilsuverkið eru meiri enn helmingurin av fíggjarlógini og tað er heilt óhugsandi, at tey økini skulu sleppa undan, tá ið vit annars verða noydd at finna sparingar, tí stígur er komin í búskapin.
? Og tað verða vit noydd at boyggja okkum fyri. Tá ið heilar og hálvar vinnur hvørva, ber ikki til at lata sum einki, sigur Hans Pauli Strøm.