Kanska skulu vit gera okkurt heilt víðgongt fyri at fíggja vælferðasamfelagið.
Tað heldur Ben Arabo, stjóri í Atlantskolvetni.
Eitt, hann hugsar um í hesum føri, er at avtaka allan kommunuskatt, umframt at leggja ein eyka skatt á allan peningaflutning.
- Kanska skulu vit leggja eini fimm prosent í skatti á allar flytingar, sigur hann.
Hetta merkir, at hvørja ferð, tú fer til bakaran at keypa morgunbreyð, og rindar við gjaldskorti, skulu fimm prosent av keypsupphæddini rindast í skatti.
Og hvørja ferð, tú keypir eitt partabræv, skulu fimm prosent rindast í skatti og somuleiðis, hvørja ferð, tú fær løn, vinningsbýti, rindar eina oljurokning og, hvat tað skal vera, skulu eisini fimm prosent rindast í skatti.
Í øðrum londum verður umrøtt at leggja skatt á ávísan peningaflutning.
Men Ben Arabo heldur, at skulu vit hava slíkan skatt, skulu vit hava hann av øllum flytingum yvirhøvur.
- Hetta er ein spennandi tanki, sum vit kanska eiga at hugsa gjølligari um, heldur hann.
Hinvegin heldur hann eisini, at samstundis sum aðrir skattir verða álagdur, verður alneyðugt at avtaka alt, sum eitur kommunuskatt.
- Tað verður neyðugt at allur inntøkuskattur er stigveksandi, men kommunuskatturin er púra flatur og tað rakar vanligar familjur hart.
Tann flati kommunuskatturin er eisini nógv vaksin í seinastuni. Fyri nøkrum árum síðani var hann eini 13 prosent, nú liggur hann á 20 prosentum og hægri.
Hann heldur sostatt, at allur inntøkuskattur skal verða stigveksandi og hann skal takast inn í einum og so má lutast út aftur til kommunurnar onkusvegna.
- Men so sleppa vit heldur undan at hugsa um útreiðslustigið í samfelagnum. Vit mugu hugsa um tær tænastur, sum eru neyðugar og tær, sum eru góðar at hava.
- At væl lærdir akademikarar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ferðast landið runt at kanna matin, sum fæst keyps á stevnum kring landið, er í allarbesta føri gott at hava sigur Ben Arabo, fyri at skera tað út í papp.
Hinvegin sær hann ongan skaða í, at føroyingar arbeiða uttanlands.
- Skulu vit laga Føroyar til umheimin, ella skulu vit krevja, at umheimurin lagar seg til okkum, spyr hann.
-Svarið er rættiliga einfalt, leggur hann afturat.
- Vit hava túsundtals føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Men kann nakar siga mær, hvat tey skuldu gjørt, komu tey øll heimaftur.
Hann heldur, at hin møguleikin er, at heilt nógv av teimum rýma heilt av landinum,
Kortini ásannar hann, at tey rinda lítlan og ongan skatt í Føroyum.
- Har er eitt glop ímillum tey, sum ongan skatt rinda og tey, sum rinda fullan skatt og tað gloppið eigur at minkast, heldur Ben Arabo.
Tað verður neyðugt við ymsum brúkaragjøldum, men tað krevur stórt varsemi, tí tey raka lægru inntøkurnar meinari enn tær hægru.
Og Ben Arabo illneitast inn á, at hóast vit hava methøgan inntøkuskatt, koma brúkaragjøld kortini sníkjandi inn á okkum.
Hann hugsar um nyggju byggilóggávuni, har tað kostar at gera støðumetingar av húsum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur gjald fyri nógvar tænastur og vit hava eisini brúkaragjøld á undirsjóvartunlum.










