Allur ivi um framtíð Føroya beinast av vegnum

? Fundurin við danska forsætismálaráðharran var góður og konstruktivur, sigur Jóannes Eidesgaard, Løgmaður

Ríkisrættarliga støðan

? Nú skal allur ivi beinast burtur um framtíð Føroya beinast burtur.
Tað eru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, samdir um.
Og tað, teir báðir eru samdir um, er, at nú skulu allar avgerðir um framtíð Føroya takast í Føroya løgtingið, uttan uppíblanding og uttan nakrar sum helst forðingar úr Danmark.
Hetta er niðurstøðan, eftir fyrsta fundin ímillum Jóannes Eidesgaard, løgmann og danska forsætisráðharran eftir løgtingsvalið 20. januar.
Fundurin var týsdagin og har vóru tvey stórmál á skránni, sum hava stóran týdning fyri framtíð Føroya.
Í fyrra lagi tosaðu teir báðir stjórnarleiðararnir um, hvussu farast skal fram hereftir, tá ið føroyingar ætla at yvirtaka málsøki frá danska statinum.
Í øðrum lagi tosaðu teir um, hvussu føroyingar kunnu fáa størri ávirkan á uttanríkispolitisk viðurskifti, sum viðvíkja Føroyum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at fundurin var bæði góður og konstruktivur og bæði hann og forsætisráðharrin løgdu dent á, at góða samstarvið millum londini heldur fram.

Alt í løgtingsins hendur
Jóannes Eidesgaard sigur, at bæði Landsstýrið í Føroyum og danska stjórnin eru samd um at fáa heilt greiðar linjur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið føroyingar vilja yvirtaka málsøki frá donsku stjórnini.
Higartil hava vit yvirtikið tey ymsu málsøkini eftir heimastýrislógini. Eftir henni eru tað nøkur mál, sum vit kunnu yvirtaka, nøkur mál, sum vit ikki kunnu yvirtaka og so eru tað nøkur mál, sum vit mugu samráðast við donsku stjórnina um at yvirtaka.
Men so eru tað eisini nógv málsøki, sum als ikki eru nevnd í heimastýrislógini og tvídráttir kann taka seg upp ímillum partarnar í ríkinum, hvussu farast skal fram, tá ið hesi ónenvdu málini, skulu yvirtakast.
? Tað, sum danski forsætismálaráðharrin og eg eri samdur um, er, at nú skal allur ivi beinast av vegnum, so at vit fáa heilt greiðar reglar fyri, hvussu farast skal fram, tá ið vit vilja yvirtaka málsøki, sigur løgmaður við Sosialin eftir fundin við danska stjórnarleiðaran.
Hann sigur, at teir báðir eru samdir um at halda fram við arbeiðnum, sum undanfarna samgongan setti í verk í sambandi við yvirtøkur.
Men yvirtøkulógin, sum ætlanin var at seta í verk, skal nú broytast og snikkast til eftir tí leisti, sum hendan samgongan hevur sett sær á ríkisrættarliga økinum.
Og teir báðir eru eisini samdir um, hvussu meginreglarnar í nýggju yvirtøkulógini skulu vera.
Í yvirtøkulógini, sum undanfarna landsstýrið arbeiddi eftir, stóðu eisini fleiri málsøki nevnd, sum skuldu yvirtakast, samstundis sum lógin kom í gildi.
? Hetta er nú broytt til, at ongi málsøki verða yvirtikin í sambandi við at sjálv lógin kemur í gildi.
? Tað, sum vit nú eru samdir um, er, at í yvirtøkulógini skulu nøkur málsøki nevnast, sum ikki kunnu yvirtakast, tí tey hava beinleiðis samband við ríkiseindina at gera.
Talan eru eitt nú um hernaðar- og trygdarmál, uttanríkispolitikk, statsborgaraskap og gjaldoyraviðurskifti, sum ikki kunnu yvirtakast, fyrrenn vit eisini fara úr ríkinum.
?Men øll hini málini skulu vit kunna yvirtaka, tá ið Løgtingið samtykkir tað, sigur løgmaður
? Sostatt verða øll yvirtøkumálini tikin úr heimastýrislógini og savnað í eina yvirtøkulóg, sum skal brúkast, hvørja ferð, eitt málsøki verður yvirtikið. Samstundis verður tað eina og aleina Løgtingið, sum ger av, um ávís málsøki skulu yvirtakast.
Hann sigur, at sostatt er mannagongdirnar, hvussu farast skal fram í sambandi við yvirtøkur, bæði gjørdar nógv greiðari og nógv einfaldari.
Samstundis hava føroyingar fingið nógv víðkaðar heimildir til at yvirtaka málsøki, tá ið semja er um tað í Føroyum, uttan at danir kunnu leggja seg út í tað.
? Sostatt liggur vegurin hjá føroyingum púra opin fyri at yvirtaka og eg vildi hildið, at hetta er eisini ein ætlan, sum fullveldisfólk kunnu taka undir við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at nú liggur bólturin hjá samgonguni í Føroyum og nú hann er heimafturkomin, fer hann at seta arbeiðið ígongd at gera eitt útkast til eitt lógaruppskot.
Hann sigur, at tá ið semja er um tað nýggju yvirtøkulógina, skal hon samtykkjast sum lóg, bæði í danska Fólkatinginum og í Føroya Løgtingi.
Hann sigur eisini, at miðjað verður eftir, at lógin verður liðug í heyst so at hon kann verða sett í gildi longu á nýggjárinum.