Tórshavnar Kommuna luttekur í ár á altjóða dansidegnum 29. apríl, sum UNESCO hevur tikið stig til, og sum verður hildin kring allan heimin.
Serstakt fyri dagin í Føroyum er, at dentur verður lagdur á dansitiltøk fyri ung. Tiltøkini byrja longu fyrrapartin mikudagin, tá dansilærarar fara út á ymsar skúlar í Tórshavnar Kommunu at geva frálæru í dansi.
Seinnapartin halda tiltøkini fram við setan av degnum, opnum dansipalli uttanfyri Margarinfabrikkina og dansi-happenings í Miðbýnum og í SMS við dansaraum úr Hair og bólkinum Hóps. Dagurin endar við stórari dansiframførslu í Norðurlandahúsinum, har bæði dansisýningar og dansifilmar verða á skránni.
Endamálið við dansidegnum er bæði likamliga at fáa so nógv sum gjørligt upp á gólv og listarliga at varpa ljós á dansilist, sum enn hevur rættiliga avmarkaðar umstøður í Føroyum.
Ein av okkara fáu føroysku yrkisdansarum, Kristina Sørensen Ougaard, hevur átikið sær listarligu leiðsluna av dansidegnum, meðan Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðari fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum, hevur umsitingina undir hond.
Ætlanin er at altjóða dansidagurin eisini skal verða eitt afturvendandi tiltak í Føroyum, og sum frá líður røkka út til fleiri støð kring landið, har dagurin eisini skal birta upp undir føroyska dansin.
Tað er Norðurlandahúsið sum skipar fyri altjóða dansidegnum í Føroyum í samstarvi við Margarinfabrikkina og Dansens Dage dk.
Dansidagurin 09
Skrá:
Fyrrapartin: Dansilærarar vitja á skúlum. Tilmelding á www.nlh.fo.
Kl. 15.00 Dansidagurin ‘09 verður settur í Tórsgøtu uttan fyri Margarinfabrikkina
Kl. 15 – 17 Opin dansipallur uttan fyri Margarinfabrikkina. Øll áhugað, einstaklingar ella bólkar, sleppa kunnu verða við. Atgongumerki til dansisýning, dansiskógvar frá Thomas Dam o.a. verða útlutaðir millum luttakararnar.
Kl. 15 – 18 Dansihappenings í Miðbýarøkinum og SMS við dansarum úr Hair og úr bólkinum Hóps.
Kl. 19.30 Dansiframførsla í Skálanum í Norðurlandahúsinum
“Í Brotum”, Jóna Thomsen hevur koreograferað
“Memotekið” frumsýning av nýggjum stuttfilmi hjá Marionnu Mørkøre og Rannvu Káradóttir
“ 3 dansisýningar” við bólkinum Hóps
Kvøldið endar við Dansidag- dansinum, har øll eru vælkomin at dansa við.
Atgongumerki og meir kunning fæst á www.nlh.fo