Allur hópurin í sóttarhaldi - taptu 10-1

Russiska FC Rostov mátti finna øðrvísi loysnir fyri at fáa spælt dystin ímóti PFC Sochi.

Russiska Premier League er byrjað aftur eftir korona-steðgin, og har hevur stóra felagið FC Rostov havt óvanliga stórar avbjóðingar undan sínum fyrsta dysti, sum varð spældur í gjár á útivølli ímóti PFC Sochi.

Tveir dagar undan dystinum varð nevniliga staðfest, at seks leikarar hjá FC Rostov høvdu korona. Hetta hevði við sær at allur hópurin, tilsamans 42 fólk, máttu í sóttarhald.

Russiska fótbóltssambandið hevur gjørt púra greitt, at fyri at hava møguleika at avgreiða kappingina áðrenn 22. juli, so fóru eingir dystir at verða útsettir - heldur ikki um nakað lið fór at verða rakt av korona.

Hendan avgerðin stóð við, og so hevði FC Rostov einki annað val enn at leita sær eftir einari leikaraloysn innanhýsis í felagnum. Tað endaði við, at U17-liðið hjá felagnum spældi Premier League-dystin ímóti PFC Sochi.

Púra óvæntað legði FC Rostov seg á odda 1-0 longu í fyrsta minutti, men eftir hetta gekk bara ein veg og PFC Sochi vann dystin heili 10-1. Sochi hevði 41 skotroyndir, og hóast 17 ára gamli FC Rostov-málverjin, Denis Popov, lat 10 mál ígjøgnum, so varð hann kosin til dagsins leikara.

Sambært Eurosport sigur formaðurin í FC Rostov, Artashes Arutyunyants, at hann harmast um støðuna, tí at 1. liðið var væl fyrireikað til at spæla aftur eftir korona-steðgin. Hann sigur tó, at teir ikki kundu vera harrar yvir hesari hendingini, og at U17-dreingirnir eru nakrir meistarar fyri at hava átikið sær uppgávuna at fyribils spæla í Premier League.

FC Rostov er í løtuni nummar fýra í russiska Premier League. Felagið er í fíggjarligum trupulleikum, so stóri málsetningurin er at røkka evropeiskum fótbólti, sum fimm tey fremstu russisku liðini fáa atgongd til.

Russland hevur triðhægsta korona-smittutal í heiminum við omanfyri einari hálvari millión smittaðum.