Olshana
Sunleiv Højgaard er nýliga settur í starv sum brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, har hann annars hevur brúkt ein stóran part av síni tíð í mong mong ár. Hann hevur eisini tikið útbúgvingar innan sløkkiliðsarbeiði og annað í tí sambandi, og saman við øðrum starvsfeløgum hevur hann verið víða um og kunnað um, hvussu eldar kunnu sløkkjast.
Longu um midnáttarleitið, sum Olshana fór á Flesjarnar fyrr um kvøldið, var Sunleiv saman við øðrum monnum úr egnum felag umborð á skipinum við pumpum og øðrum, sum sløkkiliðið eigur.
Skjótt vísti tað seg, at olja lak úr Olshanu, og Sunleif fekk til uppgávu frá MRCC-støðini at taka ábyrgdina av eftirlitinum og uppruddingini á Skálafjørðinum og Sundalagnum.
Tá tað fríggjakvøldið vísti seg, at dálkingin gjørdist meira umfatandi við tað, at hann legðist við lágætt, broyttist ábyrgdin hjá honum, soleiðis at hann fekk Skálafjørðin sum sína høvuðsuppgávu, meðan Tjaldrið og MRCC tóku uppgávuna í Sundalagnum. Sunnudagin fekk Sunleiv so aftur ábyrgdina av økinum, sum hoyrir undir Skálafjarðar Sløkkilið, og tá røkkur økið við Sjóvar kommunu heilt norður til markið í Sunda kommunu.
Við á fundinum
Sunleiv Højgaard var við á eftirmetingarfundinum á MRCC-støðini í gjár, og hann heldur, at hetta var ein góður og konstruktivur fundur, har nógv viðurskifti vórðu umrødd, aftur og fram.
- Tað er so lætt at vera eftirklókur og siga, at ting kundu verið gjørd øðrvísi. Hann vísir á, at tað er ikki hansara uppgáva at siga, hvussu myndugleikarnir kundu havt “taklað” støðuna øðrvísi – um so var.
- Okkara uppgáva sum sløkkiliðsfólk hevur í fyrsta lagi verið at fingið til vega útgerð og manning til tær uppgávur, sum vit fingu at gera.
Sunleiv ásannar, at ymiskar meiningar komu fram á fundinum um viðurskiftini rundan um skipsbrotið.
- Hetta var ikki ein fundur, har fólk róptu í oyruni á hvørjum øðrum, men ein avslappandi og gevandi fundur, sigur hann.
Gott samstarv
Sunleiv sigur, at síðan Olshana sakk vestur úr Flesjunum, hevur sera gott samstarv verið millum MRCC og Skálafjarðar Sløkkilið.
- Fólk hjá MRCC hava eisini flogið runt við tyrlu og hava latið okkum nágreiniliga vita, hvar oljan er, og hvussu tey síggja støðuna.
Hann sigur, at tað hevur verið eitt sindur torført at fáa meiniga mannin at sklja umstøðurnar við oljuni – hvar vandi er á ferð, og hvar talan er um minni vandar.
- Tá vanlig gassolja gevur sjónum alaboðalitir, er talan um lutfalsliga smáar nøgdir av olju. Tá liggur oljan ikki so tjúkk í sjónum, sum fólk kanska halda. Hendan oljan fordampar skjótt og blívur burtur.
Sunleiv vísir á, at sleppur tú ein oljudropa niður í eina spann av vatni, veksur bletturin fleiri túsund ferðir.
- Vit vóru noyddir í fyrsta lagi at leggja okkum eftir teimum økjum, har oljan var í størri nøgdum – og teimum økjum, har talan var um smyrjolju ella hydraulikolju.
Brunaumsjónarmaðurin fegnast um tað samstarv, sum er millum Skálafjarðar Sløkkilið, sløkkiliðini í Klaksvík, Fuglafirði og Gøtu – og fyri so vítt við sløkkiliðini sum heild.
- Hetta samstarv kom okkum veruliga til hjálpar, nú uppgávan gjørdist so stór, leggur hann aftrat.
Oljan burtur
Sunleiv Højgaard sigur, at oljan, sum rak inn á Skálafjørðin í lágættarvindinum seinasta vikuskifti, nú er at kalla burtur. Í Sundalagnum stendur eisini rímiliga væl til.
Brunaumsjónarmaðurin er tó onga løtu í iva um, at Olshana má tømast fyri olju.
- Tað er eingin ivi í mínari sál um tað, tí vit vita ongantíð, nær hol kemur á rør ella tangar, og tá kunnu vit koma at standa yvir einum uppaftur størri trupulleika.
Hann vísir á, at tað hugsandi verður nógv dýrari at byrgja upp fyri eini umhvørvisvanlukku, enn tað verður at taka oljuna upp úr skipinum, sum nú liggur á havsins botni.
Lyfta í felag
- Eg ivist onga løtu í, at øll gera sítt ítarsta og í bestu meining, tá slíkt hendir, sum skipsbrotið við Olshanu. Men neyðugt er, at allir partar hava eina felags mynd av støðuni og hava førleika til at fremja ætlanina í verki.
Sunleiv Højgaard vísir á, at undir slíkum umstøðum ger eingin nakað einsamallur.
- Eg haldi, at vit hava lært nógv av hesum, sum er hent, og eg ivist onga løtu í, at Tilbúgvingin kann brúka Olshanu-málið til nakað positivt og konstruktivt, sigur umsjónarmaðurin.